Eingin teknisk forðing at taka olju upp úr Olshanu

- Neyðugt er at útvega sær eitt amboð, ið verður rópt Hot-Tap. Tað eru ikki nógv amboð til av hesum slagnum í heiminum, men tað hevur eydnast okkum at fáa fatur á einum, um tað fellir okkum í lut at taka oljuna upp. Hetta er ein stór hydraulisk borimaskina. Hol verður borað inn í skipssíðuna, og síðan verður oljan pumpað upp í prám, sum eisini er útgjørdur við krana, sigur royndur kavari, ið hevur kavað fyri offshore-vinnuna í 15 ár

Umhvørvi

 

Í blaðnum í vikuni høvdu vit lítlan stubba um kinverska farmaskipið Fu Shan Hai, sum sakk út fyri Bornholm fyri stívliga fýra árum síðan.

Skipið, sum liggur á 69 metra dýpi, lekur framvegis olju.

Í greinastubbanum, sum vit funnu í útlendskum bløðum, stóð lítið ítøkiligt um hesa hending.

 

Kenna málið

Í morgun ringdi ein kelda hjá blaðnum, sum er millum teirra, ið liggja fram við at geva tilboð upp á upptøkuna av oljuni í Olshanu, ið liggur við havsins botn á Tangafirði.

- Okkara fyritøka hevur samstarvað við kavarar, ið fingust við at taka oljuna upp úr Fu Shan Hai, og tí kenna vit rættiliga væl hetta málið.

Tá keldan hevur áhugamál í møguligari upptøku av oljuni í Olshanu, vil hon í fyrstu syfti verða ónevnd.

Tað var tann 31. mai 2003, at 225 metur langa og 33 metur breiða kinverska skipið stoytti saman við bingjuskipið Gdynia. Skipið fekk stóran leka í bakborðssíðu og sakk nakrar tímar seinni á 69 metra dýpi.

Hetta er soleiðis størsta skipsvrak í Norðurevropu. Hendingin fór fram stutt norður úr Hammer Odde á Bornholm.

 

178 kavingar

Fu Shan Hai hevði eina stóra last av handilstøðum og eina stóra last av tungolju á longu leiðini til Kina.

Tá skipið sakk, gjørdist trýstið í dýpinum so stórt, at oljutangar, sum lógu undir apteringini í skipssíðuni kleimdust, og nógv olja fór út í skipið og síðan í havið.

Ein stór dálkingarvanlukka var í eygsjón á hesum leiðum.

Avgjørt varð tí sum skjótast at fáa oljuna, sum eftir var í skipinum, upp.

Á heimasíðuni safeair.dk lesa vit, at upptøkan hevði við sær 178 kavingar og 450 tímar í sjónum. Djúpasta kavingin var 69 metrar og tók 3 tímar og 15 minuttir.

 

Olshana-málið

Keldan, sum vit hava tosað við, hevur kavað í offshore-vinnuni í 15 ár, og nú Olshana sigldi á Flesjarnar og endaði við havsins botn, hevur felagið hjá honum saman við øðrum ligið fram við at geva tilboð upp á upptøkuna av oljuni, sum er í skipinum.

Hann sigur, at upptøkan í kinverska skipinum slett ikki kann samanberast við upptøkuna úr Olshanu.

- Kinverska skipið hevði so nógva tungolju. Hinvegin er tann stóri parturin av oljuni, sum er í Olshanu, gassolja, sum er nógv lættari at arbeiða við.

Í slíkum føri, sum hesum, tá eitt slíkt átak skal reisast á føtur, er neyðugt við samstarvi um fólk og útgerð.

- Vit samstarva soleiðis við eitt hálendskt felag um prám, sum hevur krana og tangar til oljuna, sum kemur úr skipinum, og vit hava eisini samstarv við somu kavarar, ið kavaðu, tá oljan varð tikin upp úr Fu Shan Hai.

 

Eingin forðing

Keldan sigur, at tað er eingin sum helst tekniskt forðing fyri at taka oljuna upp úr Olshanu, og hann sigur seg ikki skilja, at myndugleikarnir ikki lata við seg koma, nú heystið er komið, og tað stundar móti vetri.

- Tað er ógjørligt at meta um føroyska veðurlagið upp á longri sikt hesa tíðina av árinum, og tí er tað veðrið, sum er váðin hjá teimum, sum skulu gera hetta arbeiði – og ikki tann tekniski parturin av uppgávuni.

Hann sigur, at tá ein slík uppgáva skal fremjast, sum tað er at taka oljuna upp úr Olshanu, er neyðugt at útvega sær eitt amboð, ið verður rópt Hot-Tap System.

- Tað eru ikki so nógv amboð til av hesum slagnum í heiminum, men tað hevur eydnast okkum at fáa fatur á einum slíkum, ið er tøkt, um tað fellir okkum í lut at taka oljuna upp.

Keldan sigur, at eitt Hot Tap System er ein serlig hydraulisk borimaskina, sum helst vigar millum hálvt annað og tvey tons.

 

Trygg upptøka

- Hol verður borað inn í skipssíðuna, har tangar eru, og síðan verður oljan pumpað upp í prámin, sum eisini er útgjørdur við krana at lyfta borimaskinuna. Prámurin hevur tangar og rúmar allari oljuni í Olshanu.

Hann sigur, at í flestu førum slepst inn gjøgnum skipssíðuna eftir oljuni, og øðrum førum kann verða neyðugt at fara umborð á skipið og seta hol á aðrastaðni í skipinum.

- Hetta er ein sera tryggur háttur til upptøku av olju. Í mesta lagi fer ein litur í havið fyri hvørt holið, ið borað verður inn í tangarnar. Tá tangin er tómur, verður rør og proppur sett í hvørt holið sær.

Keldan sigur seg hava skilt, at tað eru fleiri, sum liggja fram við at geva tilboð upp á upptøku av oljuni úr Olshanu, bæði her í Føroyum og uttanlands.

- Men vit frætta einki, og einki røkist fyri, at myndugleikarnir síggja tað skilagóða í at fáa oljuna upp nú – heldur enn at útseta ”pínuna” til seinni.

 

Føroysk líkasæla

Keldur vísir á, at kring um heimin liggja alla tíðina eini 30-50 skipsvrak við havsins botn og hótta umhvørvi. Tí er eftirspurningur eftir hesi ”borimaskinu” til upptøku av olju, og tí er hon heldur ikki so løtt at fáa hendur á – júst, tá tú hevur brúk fyri henni.

- Eg skilji ikki føroysku líkasæluna við oljuni í Olshanu, tí kostnaðurin av at fáa hana upp er peanuts í mun til tað, sum ein komandi oljudálking kann koma at kosta okkum í mistum inntøkum. Herfryri hoyrdu vit formannin í Føroya Havbúnaðarfelag, sum segði, at alarar longu høvdu mist nógvan pening orsakað av oljuni – ikki tí, at fiskur var deyður, men tí, at fiskurin ikki kundi seljast, tí oljusmakkur var komin í fiskakjøtið.

Hann vísir eisini á, at tosað verður um

eitt útflutningsvirði í alivinnuni, sum táttar í eina miljard krónur um árið.

- Tí dugi eg slett ikki at síggja, hvat tað er, sum heldur myndugleikunum aftur í at skipa so fyri, at oljan verður tikin upp úr Olshanu og ikki liggur sum ein umhvørvisbumba inn í framtíðina.

 

Einki hendur

Keldan sigur, at felagið, sum hann

umboðar, beinanvegin setti seg í samband við myndugleikarnar á økinum, og soleiðis hevur fyrireikað seg til at geva eitt tilboð upp á upptøkuna.

- Men enn røkist einki fyri, at henda uppgávan verður boðin út, so myndugleikarnir kunnu síggja, hvørjar upphæddir talan í veruleikanum er um.

Spurdur, um felagið hjá honum saman

við øðrum kundi gjørt hetta arbeiði fyri 10-15 miljónir krónur, sum hevur verið frammi, sigur hann, at talið helst liggur nærri teimum 10 miljónunum heldur enn teimum 15.

- Tekniskt er sum nevnt eingin trupulleiki. Trupulleikin er veðrið, tí tú skalt hava amboð higar til lands, sum kosta pening hvønn dag, eitt nú prám við krana, stóru borimaskinuna og kavarar.

 

Búgva ikki her!

Keldan sigur, at hóast neyðugt er hjá

einum og hvørjum felag í slíkum føri at leggja nakað upp fyri møguligum seinkingum orsakað av veðurlagnum, kann hetta arbeiði avgjørt gerast fyri ein rímiligan prís.

- Upp á longri sikt tænir ein upptøka av oljuni føroyska samfelagnum og skúgvar samstundis tann ótta til viks, sum lúrir og hóttir í framtíðini, bæði aling og umhvørvið um hesar leiðir, sigur hann.

At enda heldur keldan, at teir serfrøðingar, sum hava mett um støðuna og siga, at vandin er lítil og eingin, avgjørt ikki búgva í Føroyum, sum hann tekur til.