Eingin tók av

...og eingin tekur av. Hóast HB leygardagin aftur spældi javnt, eru teir framvegis ikki trýstir av kappingarneytunum í oddanum. Hvørki argjamenn ella teir reyðu og svørtu gagnnýttu møguleikarnar, tá liðini hittust í framskundaðum dysti á Argjum

FÓTBÓLTUR

 

Fróði Benjaminsen, Andrew av Fløtum, Símun Rógvi Hansen og liðfelagarnir úr HB høvdu alla orsøk at hanga eitt sindur við høvdinum seinnapartin leygardagin. Í dýrdarveðrinum á Argjum var greitt, at HB bara hevði vunnið tvey stig av seks møguligum seinastu tveir dagarnar. Hósdagin vóru teir hepnir móti B36, og leygardagin tók oddaliðið ikki av, tá grannauppgerð var móti AB. Hóast tað burdi endurnýggja spenningin í oddanum, er veruleikin ein annar. HB er framvegis ikki trýst av kappingarneytunum, og hevur níggju stig, við einum leiktum dysti meira, til B68 á øðrum plássi, nú landskappingin fer í summarfrí.

 

Lítið undirhald

Uppleggið hjá AB var fyrst og fremst at draga ferðina úr dystinum, og tað eydnaðist væl í fyrra hálvleiki. Tíbetur høvdu áskoðararnir sólina at hugsa sær við, tí málmøguleikar og undirhald var sera lítið av á vøllinum. Gestirnir, sum spældu í ljósabláum, vóru fyri tað mesta á bóltinum, og oftast var loysnin at senda bóltin í tómrúmið handan vongverjarnar hjá argjamonnum. Men heimaliðið hevði gjørt sítt heimaarbeiði og var ansi og skipað í verjupartinum.

Tróndur Sigurðsson, sum í fjør var toppskjútti hjá AB, var leygardagin fremsti maður hjá HB. Hann loysti av Andrew av Fløtum, sum fekk ein lítlan snudd í grannauppgerðini móti B36 hóskvøldið. Sigurðsson gjørdi ikki stórvegis um seg, og var skiftur út, tá góður tími var leiktur.

Evrard Blé var einsamallur framherji hjá heimaliðnum einu løtuna. Hann royndist væl, og átti eitt nú millum vandamestu royndirnar hjá heimaliðnum, tá hann royndi seg úr góðari støðu miðskeiðis í seinna hálvleiki.

HB legði seinasta korterið meira fyri í royndini at fáa avgerandi málið, men hóast ymsar møguleikar eydnaðist tað ikki. Oftast vardi Tórður Thomsen, sum stóð væl í AB-málinum, fyri.

 

Eingin hóttir

Gestirnir vóru ikki nøgdir við málleysa javnleikin. Seinastu vikuna hevur HB spælt tvær grannauppgerðir móti liðum, ið liggja í niðaru helvtini av stigatalvuni. Tað er ikki nøktandi, men hóast laku úrtøkuna, er tað eingin av hinum liðunum, sum hóttir oddaliðið. Kappingarneytarnir hava ikki verið serliga stabilir, og tað hevur við sær, at teir reyðu og svørtu fara í summarsteðg við eini leiðslu á níggju stig. Og tá kunnu fjeppararnir ikki grenja.

AB er í løtuni á rættari kós. Fimm stig eru til niðurflytingarstrikuna, og tað er sjálvsagt nøktandi hjá uppflytarunum. Fleiri av yngru argjamonnunum hava roynst væl, og tí eru Allan Mørkøre og John Petersen, venjararnir, saman við leikarahópinum, fúsir til seinnu hálvu, tá málsetningurin skal røkkast.

 

 

 

AB – HB 0-0 (0-0)

Dómari: Georg N. Rasmussen

AB: Tórður Thomsen – Alex Mellemgaard, Tehe Aristide, Rói Danielsen, Tummas Justinussen – Rasmus Nielsen, John Hansen, Kenneth Jacobsen, Høgni Joensen, Dánjal Rói Olsen – Evrard Blé (Dan Petersen, 90.)

HB: Símun Rógvi Hansen – Pætur Jørgensen, Rasmus Nolsøe, Vagnur Mohr Mortensen, Poul Thomas Dam – Kári Nielsen (Ólavur í Ólavsstovu, 68.), Fróði Benjaminsen, Páll Mohr Joensen – Bjarni Jørgensen (Johan Ejvind Mouritsen, 77.), Tróndur Sigurðsson (Andrew av Fløtum, 56.), Rógvi Poulsen