Eingin styrkur til VÍF

Vestmenningar fara ikki at leita eftir styrki til liðið, nú tríggir av stuðulsleikarunum eru skaddir, og kappingin nærkast endanum.

Tað hevur verið gitt, at VÍF fór at leita sær eftir onkrum spælara, sum kundi styrkt um liðið, nú vestmenningar hava mist Áka Olsen, Inga Olsen og Áka G. Olsen í fleiri av teimum avgerandi dystunum í endaspurtinum í landskappingini. Men formaðurin í VÍF vísir hesum gitingum aftur.

Allir mugu lyfta
Eyðun Leo, formaður í VÍF, sigur, at spurningurin hevur verið umrøddur á nevndarfundi í VÍF, og leiðslan í felagnum hevur eisini viðgjørt málið saman við venjaranum Dia Midjord.
- Vit eru komin til ta niðurstøðu, at vit gera einki við tað. Tað fólkið, ið vit hava, noyðist nú at lyfta eitt sindur meiri, og allir noyðast at taka ábyrgd, sigur Eyðun Leo, sum viðgongur, at tað er ein sera stórur missur fyri liðið, at teir tríggir áðurnevndu leikararnir ikki eru tøkir næstu dystirnar.
Formaðurin í VÍF sigur eisini, at í slíkum málum, har støða skal takast til møguligan leikarastyrk, er tað venjarin, sum hevur seinasta orðið, og Dia Midjord hevur sagt, at tað verður tað fólkið, sum VÌF hevur, ið skal royna at verja oddasessin hjá liðnum.