Eingin stjórn er skipað í Hollandi enn, hóast tað eru 131 dagar síðan valið var. Mark Rutte, forsætisráðharri, er enn vónríkur um eina setu afturat sum stjórnarleiðari og er í løtuni í samráðindum við tríggjar aðrar flokkar um eina samgongu.
Tá valið var liðugt í Hollandi var greitt, at tað skuldu minst fýra flokkar til fyri at skipa stjórn og tað bleiv ein avbjóðing, tí teir ymsu flokkarnir hava ofta sera ymisk sjónarmið.
Liberali flokkurin hjá Rutte er í samráðingum við liberala flokkinum D66, høgra vendu Kristnu Demokratunum og Kristin Felagsskapur.
Flokkarnir eru samdir um fleiri viðurskiftir, men tað eru mál sum ES limaskapur sum skilja partarnar, eins og onnur etisk mál so sum aktiv deyðshjálp, ið flokkarnir royna at koma til sættis um.
Teir liberalur flokkarnir eru meria ES sinnaðir enn teir báðir høgra flokkarnir.
Samráðingarnar vórðu niðurlagdar í síðstu viku og verða tiknar upp aftur í august.
Hetta er ikki tað longsta tað hevur tikið at skipa stjórn í Hollandi. Í 1977 tók tað 208 dagar at skipa ein stjórn.










