Eingin donsk steypafinala hjá Anniku á hesum sinni

Nykøbing Falster var fyri stórtapi í hálvfinaluni í Final Four í donsku steypakappingini

Føroyski landsliðsmálverjin, Annika Fríðheim Petersen og liðfelagar hennara í Nykøbing Falster spældu í dag hálvfinalu í Final Four í donsku steypakappingini móti Esbjerg.

 

Tað gekk av skriðuni, serliga í fyrra hálvleiki. Esbjerg var á odda 21-10 í steðginum, og tað var løst og liðugt. Tað endaði við einum 38-27 sigri til Esbjerg, ið møtir Odense í finaluni í morgin.

 

Annika bjargaði trimum av 14 málroyndum hjá Esbjerg ta tíðina hon var á vøllinum. Fyrsti málverjin hjá Nykøbing Falster, Cecilie Greve stóð ikki so væl í dag. Hon bjargaði bert fimm av 29 málroyndum.

 

Anna Kristensen í Esbjerg-málinum hevði eitt bjargingarprosent upp á 52 prosent, og í fyrra hálvleiki punkteraði hon við stórspæli vónirnar hjá Nykøbing Falster.

 

Í morgin klokkan 12.30 møtir Nykøbing Falster Silkeborg/Voel í dystinum um bronsuna. Finalan millum Esbjerg og Odense byrjar klokkan 15 í morgin. Danska TV2 vísir finaluna.