Oddaliðið í norsku Elitserien, Brann, var í kvøld á vitjan hjá Odd, sum liggur nummar 10 í deildini. Tað tók eina løtu hjá Brann at fáa hol á, men miðverjin, Bismark Acosta, bleiv sigursharri beint eftir tímaslagið.
Tað bleiv nevniliga til ein 1-0-sigur til Brann. Gilli Rólantsson, sum hevur brúktur á nógvum ymiskum plássum, var í kvøld á høgra bakki. Hann spældi inni allan dystin.
Við sigrinum er Brann nú aftur sjey stig á odda í Elitserien, har Nicklas Bendtner og teir í Rosenborg eru nærmastu eltarar. Eftir 14 dystir er Brann framvegis ósigrað – tað er blivið til 10 sigrar og fýra javnleikir.










