Fyri fýra mánaðum síðani vann Bayern München
finaluna í europeisku meistarakappingini. Og í kvøld legði týska meistaraliðið aftur bragdliga fyri í nýggja europeiska kappingarárinum.
CSKA Moskva var í München, og russiska liðið er á veg til hús við 3-0 tapi í viðførinum. David Alaba setti hol á longu í 4. Minutti, fýra minuttir undan steðginum økti Mario Mandzukic um leiðsluna, og miðskeiðis í 2. hálvleiki var tað hollendski málrevurin Arjen Robben, sum staðfesti trivaliga sigurin, sum tann fyrsti hjá felagnum í altjóða kapping, síðani fyrrverandi Barcelona venjarin, Josep Pep Guardiola settist við stýrisvølin í størsta týska felagnum.
Longu eftir fyrsta umfar í bólkaspælinum bendir nógv á, at tað verða Bayern og Manchester City, sum fara at spæla seg víðari úr bólki D. Í kvøld var Manchester City á útivølli ímóti tjekkiska Viktoria Plzen, og eingilska liðið var eirindarleyst. Manchester City vann 3-0, og øll málini vórðu skorað fyrsta korterið í 2. hálvleiki. Málskjúttar vóru bosniski Edin Dzeko, Yaya Touré av Fílabeinsstrondini og Sergio Agüero úr Argentina.