Foreldur at børnum í Sunda kommunu mugu finna eina alternativa loysn í morgin. Ringa veðrið hevur við sær, at allir skúlar og dagstovnar eru stongdir í morgin 8. januar.
Hesum boðar Sunda kommuna frá í dag.
Avlýsta skúlagongdin fevnir um Hósvíkar skúla, Hvalvíkar skúla og Skúlan við Streymin, meðan dagstovnarnir eru dagstovnurin við Stórheygg í Hósvík, dagstovnurin við Kráir í Hvalvík og dagstovnurin á Flatinum á Oyrarbakka.
Les meira: Nógvur vindur í fleiri dagar afturat