Eingin skipaður túrur til HM

62 Norður hevur slept ætlanunum at skipa fyri felags túri til HM fyri U21 landslið í Algeria.

Føroyska U21-landsliðið tók allan hondbóltsheimin á bóli, tá teir sum fyrsta føroyska landslið nakrantíð vunnu rættin at luttaka í eini HM-kapping.

 

Beinanvegin fóru fólk at tosa um, at ein átti at skipað fyri einum túri til HM-kappingina og meðan onkrir privatpersónar hava spælt sær við tankanum, so bleiv tað ikki til nakað meiri enn júst ein tanki.

 

Í farnu viku tosaði in.fo við Ásbjørn Nielsson Nattestad, ein teirra, sum hevði kannað møguleikarnar, men hann segði snøgt sagt, at áhugin var skuffandi lítil.

 

62 Norður tók yvir stafettpinnin eftir Ásbjørn Nattestad og hevur arbeitt víðari við málinum.

- Vit komu skjótt eftir, at tað var bíligast, um fólk ferðaðust saman við landsliðnum í leigaðum flogfari frá Atlantsflog. Tað hevði tó kravt, at fólk fóru saman við landsliðnum, sum fer nakran dagar áðrenn kappingin byrjar, og verða verandi, inntil øll kappingin er liðug, sigur Rúni Joensená 62 Norður.

 

Hann sigur, at nakað av áhuga var, okkurt um 20 fólk skrivaðu seg upp til túrin.

- Tað eru bara alt ov fá til at fylla flogfarið, og tí valdi vit at gevast við royndini at skipa fyri einum túri, sigur hann. Sjálvur heldur hann, at tað allarhelst spælir ein stóran leiklut, at fleiri ungdómslið skulu til kappingar í útlondum hesar dagarnar, umframt at hesin túrurin hevði kravt, at ein var í Algeria eini tvær vikur.

 

- Tað er væl møguligt, at fólk høvdu verið áhugað, um uppihaldið í Algeria strekti seg yvir færri dagar, men tað var ikki møguligt hjá okkum at skipa fyri, sigur Rúni Joensen.

 

Tað verður tí ongin skipað ferð til HM, men sigur hann, at hann heldur enn fegin hjálpir øðrum, sum kundu hugsað sær at farið til HM í Algeria í summar.