- Eingin skandala

Liðskiparin hjá TB, Óli Johannsen, helt eftir dystin móti HB, at tvøramenn saktans kundu verða nøgdir við sítt avrik, hóast teir taptu dystin.
- Vit vóru nógv skerdir til hendan dystin. Predrag Zivkovic hevði leikbann, og harafturat eru Búi Mortensen, Jón Johannsen og Alexander Jovevic antin skaddir ella sjúkir, greiðir Óli Johannesen frá.
- Vit vistu, at hetta fór at verða kanska tann truplasti útidysturin á árinum, og tí kundu vit bara yvirraska í Gundadali móti HB, heldur Óli Johannsen.
Hóast TB nú er aftast í Formuladeildini við tveimum stigum, so heldur Óli Johannesen ikki, at tað er nøkur skandala.
- Vit eitt lítið sindur av hepni høvdu vit seks stig, og sum heild hevur byrjanin upp á kappingarárið ikki verið so galin hjá okkum. Tað vísir seg eisini, at øll liðini kunnu taka stig frá hvøjrum øðrum, so vit skulu nokk koma longur upp á stigatalvuni, sigur landsliðsskiparin at enda.