Á Heilsufrøðiligu Starvsstovuni eru tey ófør at minna á, hvussu seyður, sum skal til sláturs, skal viðfarast, og hvussu umráðandi tað er við reinføri, tá flett verður, og slaktið skal takast upp. Hetta er matur, sum fólk skulu eta, og eingin skal gerast sjúkur av hesum.
Í Føroyum hava vit ikki so nógv lógarverk um tað, sum kemur á marknaðin í Føroyum úr seyði. Tískil er heldur ikki so lætt hjá fólki at gjøgnumskoða, hvat er í lagi, og hvat møguliga ikki er í lagi.
Á Heilsufrøðiligu Starvsstovuni hava tey javnan kunna um, hvussu slaktið eigur at verða skipað - hvussu seyðurin, sum skal til sláturs, skal viðfarast og avlívast, og hvussu sjálv flettingin og upptøkan av slaktinum eigur at fara fram.
Kjøt og innvølur eru viðbrekin vøra, og tað kann vera skjótt, at bakteriur savnast og nørast, tí her er blóð og væta. Tí er umráðandi, at seyðurin er væl fyri - at hann er reinur, turrur og ikki strongdur, og at hølini eru rein og køld og egnað til tað arbeiði, sum skal gerast.
Tað hevur stóran týdning, at arbeitt verður við reinum hondum, reinum klæðum og reinari útgerð - og at amboð og íløt, sum verða brúkt til slaktið, eru rein. Gólvini skulu vera rein, og tað skitna skal fáast útum so hvørt.
Eitt vælegnað sláturrúm er skipað soleiðis, at livandi seyðurin kemur inn í einum enda, og krovið fer síðan út aftur í hinum endanum. Hetta gevur eitt skilagott rensl í arbeiðnum, tí á henda hátt kann sleppast undan krossdálking, sum tað verður rópt.
Undir flettingini skal ansast eftir, at einki verður drigið uttanífrá og inn í flettingarhølini, og vembur skulu ikki tømast og vaskast í sláturhølunum, meðan slátur fer fram. Ansast skal eisini eftir tí, sum fer út um, soleiðis at leivdir av seyði - vembur, skinn, bein og høvd - ikki liggur og rekist og kann bera møguliga smittu til onnur kríatúr ella menniskju.
Alt skal burturbeinast á forsvarligan hátt, og krovið skal heingjast út hjallin so skjótt, flett er. Men, er lýtt og slavið veður, eigur krovið ikki at vera hongt út í hjallin, men heldur lagt í kuldarúm.
Sambært “heimaframleiðslukunngerðini”, sum hon verður rópt, ið er frá 27. november í 2017, hevur Heilsufrøðiliga Starvsstovan einki eftirlit við slátri av seyði í Føroyum. Tí eru ráðini hjá stovninum bert í vegleiðandi.
Einasta kravið er, at kjøtvørur frá heimaframleiðslu liggja atskildar frá øðrum vørum í handlunum, og at vørurnar eru merktar sum heimaframleiðsla, ið ikki er løggildað.
Vørurnar skulu eisini vera merktar, soleiðis at framleiðarin kann sporast, um okkurt stingur seg upp.
Føroyingar gera kanska ikki altíð so nógv burtur úr, um vit fáa ilt í búkin av onkrum, vit eta, og tað er ikki so ofta, vit hoyra um, hvør orsøkin til búkilskuna kundi verið. Eitt tað ringasta, sum kann spyrjast burtur úr vánaligum reinføri við eitt nú fletting, er botulisma.
Botulisma kann vera vandamikil og í ringasta føri eisini deyðilig. Bakterian kann koma í ymiskar matvørur og eitt nú í skerpikjøt, um reinførið ikki er í lagi, tá flett verður.
Sjúkan kann føra til lammilsir, og í ringasta føri kunnu andingarvøddarnir lammast, so fólk fáa ilt við at anda og kunnu kvalast.
Sjúkueyðkennini við botulismu kunnu koma millum seks og 36 tímar eftir, at eitraði maturin er etin. Botulisma er ikki ein smittandi sjúka. Hon smittar ikki frá einum persóni til ein annan, og hon smittar ikki gjøgnum luftina.
Føroyar og meginparturin av heiminum lærdi nógv um reinføri, tá korona herjaði. Hetta eiga vit eisini at hugsa um, nú slaktið er fyri. Flestu eru tilvitað um, at hetta er matur, sum verður framleiddur, og at reinføri hevur stóran týdning.
Í Føroyum eru nøkur fólk deyð av botulismu, men tíbetur ganga nógv ár ímillum, at slíkt hendir. Málið eigur sjálvsagt at vera, at eingin verður raktur av botulismu í samband við heimaframleiðslu, men skal eitt slíkt mál røkkast, er neyðugt, at gingið verður væl um við reinføri undir fletting.









