Tilsamans eru 275 fólk deyð í ferðsluni í Føroyum, síðani fyrstu vanlukkuna í 1928. Tað staðfestir Ráðið fyri Ferðslutrygd í samband við minningardag teirra deyðu í ferðsluni. Síðsta árið hevur ferðslan kravt trý mannalív.
Men meðan tað er ein sjálvsagdur lutur, at vanlukkur á sjónum ella í luftini verða kannaðar út í æsir í eini roynd at staðfesta orsøkina, so er øðrvísi í samband við ferðsluvanlukkur.
Ráðið fyri Ferðslutrygd hevur í áravís eftirlýst, at ein skaðanevnd tekur um endan, tá álvarsamar vanlukkur henda í ferðsluni.
Eftirlýsingin hevur higartil funnið vegin fram inn í tvey ferðsluálit. Álitið um Nullhugsjónina, sum er frá 2003, og Ferðslutrygdarætlanin, sum er frá 2007, vísa báðar á týdningin av at seta á stovn eina skaðanevnd.
Í báðum ferðsluálitum verður beinleiðis mælt til at seta eina skaðanevnd, ið skal kanna tær álvarsamastu vanlukkurnar í ferðsluni. Men higartil hava bæði ferðsluálitini tosað fyri deyvum oyrum. Afturat báðum álitinum samtykti løgtingið í 2006 at seta nullhugsjónina inn í grein-1 í ferðslulógina.
- Nei, arbeiðið við at seta á stovn eina skaðanevnd er ongan veg komið, upplýsir Gudrun Mortansdóttir Nolsøe, fulltrúi í Innlendismálaráðnum, sum varar av ferðsluni í Føroyum.
Týðandi vitan
Í Ráðnum fyri Ferðslutrygd (RFF) meta tey eina slíka skaðanevnd hava stóran týdning.
- Vit meta avgjørt, at ein skaðanevnd eigur at vera sett, sigur Brynhild Høgnadóttir.
Stjórin í RFF vísir á, at uppgávan hjá einari skaðanevnd eigur at vera at kanna allar ferðsluvanlukkur, har fólk hava fingið álvarsligt mein, eru vorðin avlamin ella hava latið lív. Út frá hesum kanningum skrivar skaðanevndin eina frágreiðing, sum skal latast myndugleikunum. Skaðanevndin eigur at verða mannað við fólki, sum hava serkunnleika um vegakervi og akfør, sálarfrøði, løgfrøði og eftirlit.
Brynhild Høgnadóttir undirstrikar týdningin av einari slíkari nevnd:
- Høvuðs endamálið við einari slíkari nevnd er at fáa til vega nýggja vitan, sum kann brúkast til at betra ferðslutrygdina, og at fyribyrgja vanlukkur á vegakervinum, sigur Brynhild Høgnadóttir.
Hendir einki
Fyri nøkrum árum síðani setti fútin niður ein breiðan ferðslubólk. Umframt fútan sjálvan er bólkurin umboður av Innlendismálaráðnum, Akstovuni, Landsverki, kommunufeløgunum og Ráðnum fyri Ferðslutrygd.
Hóast hesin ferðslubólkur harvið átti at verið eitt natúrligt forum at lagt lunnar undir eina skaðanevnd til ferðsluvanlukkur, so er veruleikin ein annar.
- Nei, tað hevur leystliga verið tosað um tað í ferðslubólkinum, men einki ítøkiligt, sigur Gudrun Mortansdóttir, sum umboðar Innlendismálaráðið í ferðslubólkinum.
Ferðslubólkurin hevur í staðin savnað sítt arbeiði um tær broytingar í ferðslulógini, ið hava verið umrøddar síðstu árini.
Skaðanevndir til ferðsluvanlukkur eru vanligar í okkara grannalondum. Partur av arbeiðnum hjá skaðanevndunum er at lata úr hondum eina ársfrágreiðing, har tikið verður saman um ferðsluvanlukkurnar farna árið.
FAKTA – úr álitinum Ávegis Nullhugsjónini frá 2003
”Umra?ðandi er, at ein Skaða-/eftirlitsnevnd verður sett. Høvuðsuppga?va nevndarinnar verður at kanna øll ferðsluo?happ/-vanlukkur, har fo?lk hava fingið mein/a?lvarlig mein, eru vorðin avlamin ella hava la?tið li?v, og at skriva eina fra?greiðing, ið latin verður teimum viðkomandi
myndugleikunum, um hvørja einstaka ferðsluvanlukku. I? Skaða-/eftirlitsnevndini eiga at vera limir, ið hava serkunnleika um vegakervið/-umhvørvið, akfør, menniskjaligar/sa?larligar fortreytir, løgfrøði og eftirlit.”
FAKTA – úr álitinum Ferðslutrygdarætlan Føroya 2008-2015
”Farið verður undir at kanna allar a?lvarsligar ferðsluvanlukkur i? Føroyum. Fyri at fa?a fulla greiðu a?, hvørjir trupulleikarnir eru við ferðslutrygdini i? Føroyum, og hvat best er at gera fyri at fyribyrgja teimum a?lvarsligastu ferðsluvanlukkunum, er neyðugt, at ein kanning verður gjørd av teimum a?lvarsligastu ferðsluvanlukkunum i? landinum. Skotið verður ti? upp, at ein skaðanevnd verður sett, sum ger av, hvørjar kanningar skulu gerast, og sum setir neyðuga servitan til at gera tað kanningararbeiðið, ið skal til fyri at kunna gera eina fra?greiðing fyri hvørt einstakt a?lvarsligt ferðsluo?happ.”