Eingin skúlagongd á Trøðni

Skúlastjórin og skúlaleiðarin hava í felag tikið avgerð um, at skúlin á Trøðni skal lata aftur, tí skúlin verður ikki vaskaður. Nógv viðbrekin børn eru á skúlanum, og av heilsuávum ber als ikki til at hava tey á skúlanum

 

Mikudagin var eingin skúlagongd á sernámsdeplinum ella skúlanum á Trøðni, sum hann eisini verður nevndur. Orsøkin er, at vaskikonurnar hava lagt arbeiðið frá sær.

? Tað eru viðbrekin børn vit hava við at gera, og av trygdarorsøkum halda vit tað vera best, at skúlin letur aftur, sigur Hans Eli Dahl, skúlastjóri, ið leggur dent á, at fleiri av børnunum eru veik, og lítið skal til, áðrenn tey gerast sjúk.

Smittuvandi er sostatt orsøkin til, at skúlin á Trøðni ikki hevur nakra skúlagongd. Hans Eli Dahl væntar ikki, at skúlin letur uppaftur, fyrr enn vaskikonurnar fara aftur til arbeiðis.


Kemur illa við

Tað kemur ógvuliga illa við hjá fleiri foreldrum at børnum, ið dagliga ganga á skúlanum á Trøðni, at hann nú er latin aftur.

Hans Eli Dahl sigur, at hetta er ein dyggur smeitur hjá skúlanum og foreldrunum at næmingunum.

? Í okkara føri er tað ikki sum á einum vanligum skúla. Børnini koma ymsastaðni frá úr landinum, og tey hava ikki eina beina leið til hús. Harumframt eru fleiri teirra óhjálpin.

Foreldrini mugu so finna eina loysn heima við hús, hvussu tey skulu leggja alt til rættis undir broyttum umstøðum.

Av tí at fleiri av børnunum á skúlanum eru ógvuliga óhjálpin, ber heldur ikki til at fáa ein og hvønn tilvildarligan persón at taka sær av teimum.