Fótbóltur
Í gjárkvøldið staðfesti heimasíðan, f.fo, annars, at Sigfríður Clementsen varð settur sum venjari hjá Skála. Hetta verður tó avsannað av bæði Sigfríði sjálvum og felagnum.
Hans Jákup Andreasen, formaður á Skála, sigur í tíðindaskrivi, at tey enn ikki hava sett nakran venjara.
- Hóast trupulleikar vóru, so kom tað óvart á okkum, at samstarvið við Dragan Kovacevic slitnaði eftir fundin okkara millum mánakvøldið. Vit eru farin í holt við at leita eftir nýggjum venjara, men enn er hesin ikki funnin. Tí verða tað fólk innan felagið, sum fara at taka sær av Formula-liðnum til venjing og dystir, til nýggjur venjari er funnin, sigur Hans Jákup.
Aloftast er tað so, at felag hevur funnið sær nýggjan venjara, áðrenn samstarvið við verandi venjaran slitnar. Ta leiðina hevur Skála tó ikki valt í hesum førinum.









