Eingin sjampanja til vinnararnar

Nýggja gólvið í høllini tolir ikki vætu, og tí heitti HSF á finaluluttakararnar um ikki at sproyta við sjampanju, tá steypasigurin skuldi feirast. Hetta varð gjørt greitt, longu undan kvinnufinaluni. Gólvið, sum varð lagt á til endamálið, tolir ikki serliga væl vætu, og tí mugu sjampanjusproytini bíða til eina aðru ferð.