Eingin sigling til Nólsoyar fyrr enn trygdin er í lagi

Hatta var ein sera álvarslig støða, tí tað minti um sjórán, sigur stjórin á Strandferðsluni

Tað er greitt, at tað verður eingin sigling til Nólsoyar fyribils.

Tað er greitt eftir at Nólsoyingar hertóku Ternuna, tá ið hon kom til Nólsoyar seinnapartin í gjár.

Avleiðingin av tí var, at Ternan lá blokerað við bryggju í Nólsoy í fimm tímar, áðrenn hon slapp avstað aftur til Havnar.

Tey umleið 40 ferðafólkini, sum vóru við, sluppu heldur ikki í land fyrrenn tá, ið leiðslan á Strandferðsluni gav boð um, at portrið á Ternuni skuldi ikki niður fyrr enn vissa var fyri, at trygdin var í ordan.

Les eisini: Nólsoyingar hava hertikið Ternuna

Havnin í Nólsoy er ikki liggipláss, so tá ið Ternan fer til Nólsoyar, verður skipið ikki bundið. Lagt verður bara at, so at fólk og bilar sleppa í land, og umborð aftur, og so verður farið avstað.

Les eisini: Ternan hertikin: Vit hava fingið nokk

Men tá ið Ternan kom til Nólsoyar seint seinnapartin í gjár, bundu Nólsoyingar hana og spentu veiður fyri innsiglingina, soleiðis at hon ikki slapp avstað aftur.

Hilmar Eliasen, stjóri á Strandferðsluni sigur, at hetta er sera álvarsligt. Hetta minnir um sjórán og frælsistøku, tí nólsoyingar tóku ræðið á skipinum, og tóku ræðið á manning og ferðafólki.

Hann gav boð um, at portrið á Ternuni skuldi ikki niður fyrrenn vissa var fingin fyri trygdini. Ætlanin var, at fáa Ternuna leysa úr Nólsoy aftur og so fáa hana til Havnar, og so máttu ferðafólkið bara fylgja við aftur til Havnar.

Les eisini: 40 fólk tikin sum gíslar umborð á Ternuni

Løgreglan varð boðsend og hon fór til Havnar. Og tá ið klokkan nærkaðust 22 í gjárkvøldið varð mett, at tað var ráðiligt at lata ferðafólkið sleppa í land og at fáa tey umborð, sum skuldi aftur til Havnar, og beint fyri klokkan 22 varð Ternan leys aftur í Nólsoy.

Og síðani tá hevur einki ferðasamband verið við Nólsoyar.

Hilmar Eliasen sigur, at ein hending, sum hendan í gjár, fær avleiðingar fyri kravdu hvílitíðina hjá manningini, og tað skal takast inn aftur beinanvegin. Tað er ein orsøk til, at eingin sigling hevur verið í morgun.

Men stjórin ger samstundis greitt, at tað verður heldur eingin sigling fyrr enn vissa fæst fyri trygdini. Hann sigur, at tey á Strandferðsluni fara at eftirmeta støðuna í morgun, og so taka tey tað haðani frá.

Men tað er hugsandi, at ein fundur skal vera við Tórshavnar Havn, ella Tórshavnar Kommunu um støðuna.

– Vit sigla ímillum tvær havnir í Tórshavnar Kommunu vit rinda bæði Havnargjald og avgjald fyri hvørt ferðafólk, og talan kann verða um at seta Tórshavnar Havn, ella kommununi, krøv til trygdina.

Les eisini:Blokadan hjá nólsoyingum er av

Ein máti kann vera at lata tey trygdartiltøk, sum eru galdandi á Ovastevnuni, verða í gildi altíð. Tað merkir, at fólk sleppa ikki fram at skipinum, fyrr enn tað er klárt at sleppa umborð, sigur stjórin.

– Vit sigla ikki aftur, fyrr enn vissa er fyri, at vit fáa arbeiðsfrið, og nær tað verður er vónleyst at siga nakað um enn, sigur Hilmar Eliasen.

Men hann sigur, at tað verður í øllum førum ikki fyrrapartin, at nólsoyarsiglingin verður tikin upp aftur.

Løgreglan hevur ongar viðmerkingar til málið, men ferðafólk, sum var við Ternuni í gjárkvøldið, sóu, at løgreglan gekk á bryggjuni í Nólsoy og skrivaðu nøvn upp á fólki, sum vóru til staðar.

Nólsoyingar siga, at teir hertóku Ternuna fyri at mótmæla at hon, í tíð og ótíð, verður tikin úr Nólsoyarsiglingini til at røkja aðra siglingina um Skopunarfjørð, tá ið okkurt er áfatt við Teistanum.

Teistin skal á beding í dag, og aftur nú skuldi Ternan setast í sigling um Skopunarfjørð og Jósup skuldi sigla til Nólsoyar ístaðin.

Nólsoyingar krevja eisini, at nýggja samgongan, sum verður skipað eftir løgtingsvalið í gjár, beinleiðis setir tað í samgonguskjalið, at ein nýggj nólsoyarferja skal byggjast.