Koltur hevur havt vistfrøðiliga góðkenning síðan 2003. Tað er Vottunarstovan TÚN í Íslandi sum umsitir og veitir góðkenningina. Einaferð árliga verður góðkenningin endurskoðað og endurnýggjað, um alt er í lagi.
Á Facebook-síðuni - Koltur - verður víst á, at vistfrøðiliga góðkenningin eitt nú hevur við sær, at ikki má gevast fyribyrgjandi heilivágur til seyðin - uttan so, at djóralæknin krevur tað ella hevur staðfest eitt nú við tøroyndum, at neyðugt er við viðgerð.
- Vanliga er ikki neyðugt at viðgera vaksna seyðin í Koltri við fyribyrgjandi um heystið. Førilús er ikki í Koltri, verður sagt á Facebook-síðuni. Vit kunnu leggja aftrat, at førlús er seyðalúsin (Melophagus ovinus).
At enda verður sagt, at neðraseyðurin í Koltri varð rikin inn í gjár, og tøroyndir vórðu tiknar undan lombum og vaksnum seyði til kanningar hjá Djóralæknatænastuni.










