Eingin semja um svartkjaftin

Strandalondini fara í morgin og fríggjadagin at samráðast um býti av norðhavssild.

Strandalondini hittast í hesum døgum til samráðingar um býti av svartkjafti og norðhavssild. 

Á seinasta samráðingarfundi um svartkjaft í Edinburgh 9. til 11. juni, varð avgjørt at taka samráðingarnar uppaftur seinni í hesum mánaðinum. Eisini var semja um at nýta hetta sama høvi til at taka samráðingarnar um norðhavssild uppaftur, eftir at hesar vóru niðurlagdar í London tíðliga í juni mánaði.

  
Føroyar, ES, Ísland og Noreg, umframt Grønland og Russland sum eygleiðaralond, hava tí í gjár og í dag samráðst um svartkjaftakvoturnar, men Herluf Sigvaldsson, samráðingarleiðari, segði í dag við Kringvarp Føroya, at hann er givin við royndini at fáa eina semju.

- Tað eydnaðist ikki at fáa tey fýra strandarlondini at semjast um, hvussu svartkjaftakvotan skal býtast millum londini í ár, skrivar Kringvarp Føroya.

Herluf Sigvaldsson segði við Kringvarpið, at umboð fyri Føroyar og ES samráddust víðari seinnapartin, eftir at samráðingarnar millum øll fýra londini vóru slitnaðar.

Í morgin hittast Føroyar, ES, Ísland, Noreg og Russland eins og Grønland sum eygleiðaraland til strandarlandasamráðingar um norðhavssildina.