Samráðingarnar um býti av rækjum á Grand Bank og Flemish Kap endaðu fríggjadagin úrslitaleysar Eftir viðgerðina á eykafundinum í fiskivinnunevndini hjá NAFO í Montreal er tað vorðið greitt, at tað framvegis er langt ímillum londini um, hvussu ósemjurnar kring kvotuna kunnu loysast, skrivar Fiski- og Tilfeingismálaráðið í tíðindaskrivi.
Fundurin í Montreal var tó fyrstu ferð, at føroyska kravið um ein størri part av rækjum á 3L (Grand Bank) hevur fingið eina veruliga viðgerð í NAFO. Viðgerðin higartil hevur mest verið sínámillum millum Føroyar og Kanada. Flestu limalondini í NAFO hava nú viðurkent, at Føroyar hava eitt rættvíst grundarlag at krevja størri part av rækjukvotuni. Áhaldandi ósemjan snýr seg tí um, hvussu nógv Føroyar skulu hava.
Føroyar hava tey seinastu árini mótmælt býtinum av rækjum millum limalondini á NAFO øki 3L, tí skipanin tekur hvørki atlit at søguligum fiskiskapi ella veruligum áhuga at fiska rækjur. Grundað á hetta mótmælið hava Føroyar sett sær sína egnu kvotu sambært NAFO reglum við støði í samtyktu heildarkvotuni.
Verandi býtið varð fyrstu ferð samtykt í 1999 sum ein fyribils skipan galdandi fyri 2000 og 2001, men hevur verið endurtikið øll árini síðani. Sambært skipanini fær Kanada 83% av heildarkvotuni at fiska í kanadiskum sjógvi, og 17% verða býtt javnt millum øll hini NAFO limalondini í fiskivinnunevndini at fiska í altjóða partinum av 3L økinum.