Uttanríkisráðharrarnir í Russlandi og USA fingu lítið burtur úr tingingunum í Moskva í gjár. Lítið og einki kom burtur úr samráðingunum í Moskva í gjár millum russiska uttanríkisráðharran, Sergej Lavrov, og amerikanska uttaníkisáðharran, Condoleezza Rice.
Tey bæði umrøddu millum annað amerikonsku rakettverjuna og ætlanina hjá USA at seta rakettir upp í Póllandi, men kundu ikki semjast.
Tey kundu heldur ikki semjast um at avmarka útbreiðsluna av kjarnorkuvápnum ella um at taka START-tingarnar uppaftur næsta ár sum annars ætlað, skrivar Ritzau.









