Eingin ísbjørn um 25 ár

Tann viðurkendi russiski ísbjarnagranskarin Nikita Ovsyannikov sigur nú, at tað er ikki óhugsandi, at ísbjørnin doyr út innan 25 ár.

Hann sigur, at tær russisku ísbjarnirnar hava verri umstøður enn ísbjarnirnar í Grønlandi og Kanada, tí at ísurin minkar nógv skjótari norðan fyri Russland enn har vesturi. Fyrr kundu bjarnirnar fara til gongu eftir ísinum í oktober, tí tá var hann vorðin nóg tjúkkur, men soleiðis er tað ikki longur, sigur Ovsyannikov, sum stúrir fyri teirri veksandi skipaferðsluni.

-Tað er neyðugt at taka øll fyrivarni, tí ein skipsvanlukka í Arktis fær vanlukkuligar avleiðingar fyri vistskipanina, sigur russiski granskarin.