Hóast politiið steðgaði fleiri bilum um vikuskiftið, varð eingin tikin fyri rúsdrekkakoyring.
Hóast ógvuliga nogv full fólk vóru í býnum i Havn um vikuskiftið í sambandi við tiltakið, Voxbotn, so hildu tey seg til gongu.
- Vit steðgaðu fleiri bilførarum um vikuskiftið, men eingin varð tikin fyri rúsdrekkakoyring, sigur vakthavandi.
So í øllum lutum eitt friðarligt vikuskifti hjá politinum.