Støðugt fleiri danskir arbeiðsgevarar nokta sínum starvsfólki at roykja á arbeiðsplássinum. Boðini eru heilt einfalt, at fólk skulu bíða við at festa sær í, til tey koma til hús.
Hjá Kræftens Bekæmpelse eru tey fegin um gongdina.
– Fyrr var tað púra óhoyrt at tosa um at banna royking. Men nú síggja vit, at støðugt fleiri og serliga almennir arbeiðsgevarar siga við fólk, at royking hoyrir til privatlívið, sigur Inge Haunstrup Clemmensen, sum er yvirlækni hjá felagsskapinum, við DR.