Eingin rovdrift

SKÁLAVÍK

Í Skálavík eru fleiri bátar, bæði størri og smærri, men tað verður ikki gjørt nógv við útróður í bygdini í løtuni.
Og tó.
Tá góðar løtur eru, eru einstakir menn á útróðri, og hetta eru í flestu førum eldri og uppilagstir fiskimenn.
- Eg trúgvi, at her liggja einir 20 bátar í hylinum, og millum hesar eru einir tveir føroyskir AWI-bátar, ein íslendskur glastrevjabátur og einir tríggir seksæringar, sigur Palli á Lava Olsen.
Umsjónarmaðurin ásannar, at skálvíkingar reka onga ”rovdrift” við sínum bátum.
- Ein orsøk er helst, at so lítil fiskur hevur verið at fingið seinnu árini, sigur hann.