Eingin rennibreyt um Tórsvøll

Nú er samtykt, at eingin rennibreyt verður um Tórsvøll. Heðin Mortensen býráðslimur sigur, at orsøkin er vantandi pengar

Heini í Skorini


Nú er endaliga samtykt, at eingin rennibreyt verður um Tórsvøll. Nógv stríð hevur verið um hetta málið seinasta árið, og nógv hevur verið skrivað og tosað um hetta. Nú hevur stríðið so fingið ein enda, og tað var sostatt frælsi ítrótturin sum tapti í hesum málið. Fyri frælsa ítróttin er hetta ein dyggur smeitur, men fótbóltsáhuga eru uttan iva glað fyri, at hetta nú er avgjørt. Tað er eftir teirra tykki tann sonevnda atmosferan, sum verður varðveitt, tá dystur er. Upprunaliga ætlanin var at bíða nøkur ár við at byggja rennibreyt, til peningur var fingin til vega. Men nú er sum sagt avgjørt, at eingin rennibreyt verður at síggja rundan um Tórsvøll. Onkuntíð hevur verið at hoyrt, at í staðin er ætlanin at byggja rennibreyt úti á læraraskúlanum í Havn ella uppi í Hoyvík, men enn er einki vist.

Heðin Mortensen sigur pástandin vera, at tað er ov kostnaðarmikið, men leggur dent á, at hann saknar eina veruliga kanning á tí økinum.

-Eg havi allatíðina hildið fast við, at tað skal vera ein rennibreyt um Tórsvøll, og ætlanin hevur allatíðina verið, at eitt stadion skal gerast í Gundadali, við bæði fótbóltssvølli og rennibreyt.

Spurdur, um tað nú er ætlanin at byggja eina rennibreyt onkra aðrastaðni sigur Heðin, at økið úti á læraraskúlanum er ov lítið til eina rennibreyt, og í Hoyvík eiga teir onga jørð, so har kemur aftur at ganga tíð, áðrenn tað er komið uppá pláss, sum eisini harmast um, at man ikki kann hava eitt landsstadion fyri bæði fótbólt og frælsan ítrótt uppi í Gundadali, sum er ein miðsavnan fyri øllum ítrótti.

Heðin Mortensen leggur afturat, at tað verður arbeitt við at fáa bygt eina rennibreyt, og tað varð eisini samtykt á fundinum.

Tað eydnaðist okkum tíverri ikki at fáa fatur á Leivi Hansen, borgarstjóra í Havn.