Eingin psykiatrisk skaðastova

Sjálvmorðshótt fólk mangla ofta ein at ringja til, umframt at ráðgeving og skúling kring landið mangla í stóran mun, sigur Sirið Stenberg

Tískil eftirlýsir hon eina psykiatriska skaðastovu.
- Ein psykiatrisk skaðastova kundi umframt sítt virksemi tikið sær av skipaðari sálarligari krepputilbúgving, og til dømis eisini havt eina telefonráðgeving, sum sjúklingar og avvarðandi altíð kundu vent sær til. Á altjóða psykiatridegnum 10. oktober í ár varð skipað fyri almennum tiltaki, og har bleiv millum annað víst á fólk, sum hava tað vánaligt, og tey, sum eru sjálvmorðshótt, ofta mangla ein at ringja til, umframt at ráðgeving og skúling kring landið mangla í stóran mun. Spurningurin er tí, um lagt er upp fyri nøkrum nýggjum virksemi á Psykiatriska økinum í 2014, so vit framhaldandi dagføra og betra psykiatrisku tænastuna, stendur at lesa í viðmerkingunum í skrivligum fyrispurningi frá Sirið Stenberg til Karsten Hansen.

Fyrireika lívslinju
Hergeir Staksberg, stovnari av Fountain House grunninum og undangongumaður, er annars farin í gongd við at fyrireika eitt líknandi tilboð í Føroyum. Hann ætlar at gera eina sonevnda lísvlinju, sum er ein tænasta til sjálvmorðshótt fólk, har tey dulnevnd kunnu ringja og greiða frá sínum trupulleikum.
- Fólk hava tosað um eina lívslinju í Føroyum í tíggju ár, men einki er hent. Men nú fara vit so í gongd, segði Hergeir Staksberg við Sosialin fríggjadagin.
- Vit leypa politisku skipanina um. Tað hendi jú einki við einum føroyskum Fountain húsi, fyrr enn vit fóru ígongd og byrjaðu at leggja trýst. Men so hendi brádliga ein rúgva. Vit vita, at vit kunnu gera mun, so vit fara bara í gongd, heldur enn at bíða, førdi hann fram.
Sjálvur heldur Hergeir Staksberg, at tað er átroðkandi neyðugt við eini lívslinju í Føroyum. Millum annað vísti hann í Sosialinum fríggjadagin á, at í Føroyum hava vit upplivað tvey sjálvmorð seinastu tíðina.
- Vit kunnu ikki venda blinda eygað til henda veruleikan. Sjálvmorð er nakað, sum hendir í Føroyum. Og helvtin av teimum hoyra til psykiatriina. Tí er tað ein tørvur á eini lívslinju her. Øll kunnu vera samd um, at tað er keðiligt við sjálvmorðum, men tað er so skjótt hjá teimum flestu at gloyma tað aftur. Tey, sum verða rakt, tey gloyma tað tó ongantíð, segði Hergeir Staksberg.

rolant@sosialurin.fo