Eingin politikkur, ella bara taktikkur ?

Føroyavitjanin hjá Anders Fogh Rasmussen hevði tann løgna eftirvirkningin við sær, at sjálvt samgonguflokkarnir, sum í skjótt fýra ár hava tosað um fullveldi og bara fullveldi, nú kalla tað fyri ein stórsigur, at teir sleppa at yvirtaka eftir heimastýrislógini (nakað sum annars hevur verið møguligt líka síðani 1948).

Síðani er eisini tað løgna hent, at Tjóðveldisflokkurin og Fólkaflokkurin eru farnir í almennan orðadrátt um teirra egna fullveldispolitikk.
Fyri vanliga føroyingin kann hetta tykjast sum ein politisk fløkja. Men spurningurin er, um talan ikki heldur er um taktiskt spæl.
Sjálvsagt kom tað illa við hjá Tjóðveldisflokkinum, at Fogh bæði var vinarligur, greiður, og at hann eisini vildi eftirlíka føroyskum ynskjum. Ein slíkur maður er ikki væl egnaður at nýta sum ræðumynd. Tí noyddist Tjóðveldisflokkurin at spæla við, og kallaði vitjanina fyri ein stórsigur fyri teir (hóast eingin rættiliga dugdi at fáa eyga á nakran ítøkiligan sigur).
Fyri Fólkaflokkin var talan harafturímóti um ein veruligan stórsigur ? ikki politiskt, men heldur taktiskt. Nú kundi hann nevniliga vinna nakrar sambandssinnaðar atkvøður til løgtingsvalið í apríl. Hann skuldi bara rópa hært um tað at vera undir donsku grundlógini, og tað at arbeiða eftir heimastýrislógini í eina tíð framyvir.
Men so talar Tjóðveldisflokkurin at, tí hansara gomlu kjarnuveljarar kunnu ikki liva undir heimastýrislógini í alt ov langa tíð.
Orðadrátturin um samband ella loysing er sostatt endaður sum eitt stríð ímillum Tjóðveldisflokkin og Fólkaflokkin, og soleiðis verður tað helst eisini líka til løgtingsvalið hevur verið. Tá kunnu hesir báðir flokkarnir aftur leypa í føvningin á hvørjum øðrum og halda fram við fullveldisætlanini í 4 ár afturat.
Hetta er ikki fløktur politikkur. ? Hetta er taktikkur.