Tað er nógv ferðsla eftir landsvegnum millum Leirvíkartunnilin og Gøtueið, tá fólk eru á veg til arbeiðis ella í skúla um morgnarnar.
Í ferðsluni í morgun hevur eitt ferðsluóhapp verið á landsvegnum við innkoyringina til Syðrugøtu, har tveir bilar hava stoytt saman.
Vaktleiðarin á løgreglustøðini veit í løtuni ikki at siga júst, hvussu ferðsluóhappið hendi, men løgregluni kunnugt er tíbetur eingin persónsskaði.
- Tað, sum eg higartil hava frætt, er, at eingin persónsskaði var í óhappinum, og nú skulu vit bara vóna, at eingin hevur fingið mein, sigur vaktleiðarin á løgreglustøðini.