UMHVØRVI
Danski ráðharrin í umhvørvismálum hevur ikki stórvegis viðmerkingar til stóru nøgdina av CO2 útláti í Føroyum.
Ein kanning vísti, at Føroyar vóru millum tey trý mest dálkandi londini í heiminum við koltvíiltu.
Men Hans Christian Schmidt hevur ikki stórvegis viðmerkingar til nógvu dálkingina hjá ríkisfelagnum.
?Eg ynski, at øll lond fara at halda Kyotu avtaluna og fáa útlátið av CO2 niður. Vit leggja eisini upp til at nýta ?joing implentation? og onnur amboð til at fáa hetta at virka, og hesum eru føroyingar vælkomnir at vera við í, men tað mugu føroyingar sjálvir taka støðu til, sigur Hans Christian Schmidt.
?Føroyskir myndugleikar fáa ongan peikifingur frá mær, sigur Hans Christian Schmidt.
Núverandi danski ráðharrin í umhvørvismálum gjørdist ráðharri, tá VK stjórnin tók við í síðst í 2001. Hann er útbúgvin skúlalærari, og hann hevur síðani 1994 sitið á Fólkatingi fyri Venstre.
Hans Christian Schmidt sigur annars, at hann merkir ein stóran áhuga fyri umhvørvismálum í Føroyum, og hann roknar við góðum úrslitum í framtíðini.