Í lesarabrævinum skrivar Rigmor Dam, at hon mest sum dagliga fær áheitanir frá bæði starvsfólkum og brúkarum, og at orð sum mistrivnaður, læknatrot, sparing og vantandi virðing ganga aftur.
Í lesarabrævinum vísir hon á rumbulið, sum hevur verið um giktalæknan, psykiatriska depilin, mammografi og eygnalæknan, og so slær hon fast, at um stutta tíð er eingin ortopediskur skurðlækni á Landssjúkrahúsinum.
- Enn hevur tað ikki verið alment, men tað sigst nú, at frá í summar er ongin ortopædkirurgur (beinbrot, krossbond, hendur, føtur o.l) á Landssjúkrahúsinum longur. Ein fer frá fyri aldur, ein stórur kapasitetur rýmdi herfyri vegna vánaligar arbeiðsumstøður, og av somu orsøkum leitar nýggi ortopædkirurgurin nú eisini burtur – saman við konu síni, sum er nýsettur barnapsykiatari á Psykiatriska deplinum! Sostatt missa vit ikki bara ortopædkirugin, men eisini nýggja serlæknan í barnapsykiatri, av berum kleyvarskapi!, skrivar Rigmor Dam í lesarabrævinum, sum kann lesast HER.









