- Eg haldi, at hatta er illa handfarið. Heilsufrøðiliga Starvsstovan kundi heldur spælt við enn verið ímóti. Tað er eingin orsøk at spæla løgregla.
Tað sigur Poul Michelsen, landsstýrismaður í Vinnu- og Uttanríkismálum, nú kjak hevur staðist av, at Heilsufrøðiliga Starvsstovan hevur givið handlum kravboð um, at tey ikki kunna lata fólkum mat, ið er farin út um síðsta søludag.
Heldur enn at steðga slíkum virksemi, so átti stovnurin at heitt á landsstýrið at broytt lógina, heldur landsstýrismaðurin.
- Tað hevði verið betur, um stovnurin heitti á, at lógin varð broytt, soleiðis at slíkt virksemi sleppur at halda fram. Samstundis kann ein slík lóg tryggja, at maturin, ið verður latin, ikki er spiltur.
Sjálvur heldur Poul Michelsen, at tað er skilagott, at fólk, ið ikki hava so nógv, kunnu nýta hendan møguleikan. Tí fer hann eisini at hyggja nærri at málinum.
- Eg haldi, at tað er skilagott, at fólk brúka mat á slíkan hátt, heldur enn at tveita hann burtur. Vit mugu bara tryggja, at lóggávan eisini verjir fólk, so at tey ikki eta spiltan mat.
- Hetta er heilt klárt nakað, ið vit mugu hyggja nærri eftir. Eg meti, at tað er betri at dagføra lóggávuna, enn at geva fólkum eitt reytt kort.