Eingin orsøk at oyggin doyr út

- Tað er lítil meining í at gravsteinar og aðrir søguligir lutir úr Skúvoy skulu liggja á einum savni norðuri í Havn.

- Ein átti ístaðin at havt fleiri smá bygdasøvn á hesum støðum, soleiðis at søgan varð goymd, har hon átti at verðið goymd, sigur Harry Jensen úr Skúvoy.

- Hetta hevði eisini verið eitt gott ískoyti til ferðavinnuna, sigur hann.

Á stevnuni hjá Útoyggjafelagnum vísti hann á, at tað bara hevði gingið afturá við fólkatalinum í heimbygd hansara tey seinnu árini.

- Í roynd og veru hava vit havt ta størstu minkingina í fólkatalinum yvirhøvur.

Hagtølini prógva eisini tað sama: Gjøgnum 80’ini og 90’ini lá fólkatalið um tey 80, men síðani 2000 hevur bara gingið ein veg - niðureftir.

Í februar mánaði í ár búðu sostatt bert 50 fólk í Skúvoy. Hetta er lægsta talið tey seinastu 22 árini.

 

Kalsoy blómar

Harry hevur sjálvur gjørt sínar hugsanir um, hví støðan er vorðin so sum er. Og hvat kann gerast á útoyggj.

Fyri hann er eingin ivi um tann týdning, sum góð samferðsla hevur fyri eina slíka útoyggj sum Skúvoy: Uttan gott ferðasamband, ber einki til.

- Vit hava sæð, hvussu Kalsoyggin er blómað, síðani teir fingu tað góða ferðasambandið.

- Men her hjá okkum er øðrvísi, staðfesti hann fyri fundarfólkinum.

Í dag er tað strandfaraskipið Sildberin, ið røkir sambandið millum Sandoy og Skúvoy. sum skilst er ein nýggj ferja í umbúna og verður henda eftir ætlan klár um eini tvey ár.

 

Ósamd um títtleika

Harry fekk í vetur vitjan av einum dana, sum arbeiddi hjá Landsverki í eina tíð.

Hansara arbeiði var júst at skráseta og leggja grundarlag fyri eini framtíðar útbygging av føroyska samferðslukervinum. Tí høvdu viðurskiftini í Skúvoy eisini hansara áhuga, sum ein partur av hesi verkætlanini.

Hesin maðurin hevði spurt seg fyri í Havn um, hvussu ferðasambandið var til Skúvoyar, og har hevði hann fingið at vita at tað vera sera gott.

- Hesum vóru vit í oynni tó als ikki samd í, segði Harry.

Í sambandi við arbeiðið sítt var hesin danin fleiri skifti í oynni, og ta einu ferðina nýtti hann enntá høvið at halda ein fyrilestur fyri bygdarfólkinum.

Her vísti hann á nakrar møguleikar sum skúvoyingar kundu gjørt fyri at menna bygdina aftur.

 

Lýsa søguna her

Hesin danin hevði fingið at vita nógv um søguna hjá oynni við Sigmundi og øllum hinum garpunum. Men hann undraði seg almikið yvir, at ein ikki sá nakað til hesa spennandi søguna á sjálvari oynni.

Hvar vóru gravsteinarnir og hvar vóru aðrir søguligir lutir? Jú, teir vóru á søvnum í høvuðsstaðnum.

- Hann skjeyt upp at vit herúti áttu gjørt smærri søvn, soleiðis at ein kundi lýsa søguna hjá bygdini á henda hátt.

- Hetta hevði helst eisini havt stóran áhuga hjá ferðafólki, segði Harry.

Eitt dømi um hetta er ein lógbók, brøv og onnur skjøl sum helst stava frá 1600-talinum, og sum Harry sjálvur kom at eiga.

Øll hesi skjølini eru í dag á Skjalasavninum í Havn, men spurningurin er, hvussu nógv hava møguleika at hyggja eftir teimum í dag, tí tey liggja bara goymd har.

 

Samsø - Skúvoy

Í framløgu síni nevndi Harry eisini eitt annað, sum áðurnevndi danin hevði greitt teimum frá.

Her var talan um viðurskiftini á donsku oynni Samsø, sum eitt skifti var við at doyggja út. Møguleikar fyri menning og framtíð á oynni vóru at kalla eingir.

Tá hendi tað at oyggin fekk nýggja bilferju, sum forrestin varð bygd á Tórshavnar Skipasmiðju. Og nú kom vend í!

Mong høvdu helst longu mist vónina fyri oynna, og hildu tí ikki nógv um hetta nýggja ferjusambandið. Men tað gekk ikki long tíð, til fyrstu teknini um eina broyting byrjaðu at hómast.

Við góða ferjusambandinum byrjaði fólk, ið vóru farin frá við eftirløn at keypa sær frítíðarhús, meðan onnur bygdu sær egin hús. Hamarsløgini byrjaðu at sermerkja lívið í oynni og lív kom í aftur.

- Ferðavinnan tók seg eisini upp, og áðrenn nakar veruliga grunaði tað, vóru nógv fólk komin hagar at búgva.

- Vit halda hinvegin, at tað bara ber til aðrastaðni í verðini, men ikki hjá okkum. Slíkt kundi eisini hent hjá okkum um bert karmarnir vórðu skaptir fyri hesum, helt Harry.

 

 

FAKTA

 

Fólkatal í Skúvoy

 

Seinastu 22 árini er fólkatalið í Skúvoy minkað ár undan ári.

Onkutíð eru nógv fólk flutt út í oynna, men so við og við eru tey flutt aftur inn á meginøkið.

Eitt yvirlit frá Hagstovuni vísir, hvussu broytingarnar í fólkatalinum hava verið síðani 1985.

 

1985: 87 (hægsta talið seinastu 22 árini)

1990: 84

1997: 84

2000: 78

2001: 79

2003: 57

2006: 52

2007: 51 (lægsta talið seinastu 22 árini)