Eingin orsøk at hækka kommunuskattin

Andstøðan í býráðnum í Havn tekur ikki undir við at hækka kommunuskattin. Tá ið fíggjarætlanin fyri 2006 var fyri í býráðnum hóskvøldið, hevði andstøðan eitt alternativt fíggjarlógaruppskot, har eingin hækking var í kommunuskattinum.

Tað var tó fíggjarætlanaruppskotið hjá samgonguni, ið bleiv samtykt í býráðnum, og tað merkir, at borgararnir í Havn komandi ár skulu gjalda eitt prosent meira í kommunuskatti. Men stóð tað til andstøðuna, hevði kommunuskattaprosentið framhaldandi verið 18,75 og ikki 19.75, sum tað nú verður frá nýggjárinum.

Kommunan ráð at lata verða
Sjúrður Olsen, býráðslimur hjá Fólkaflokkinum, sigur, at tað er als eingin orsøk til at hækka kommunuskattin.
- Vit fáa umleið 22 milliónir aftur úr kreppulánsgrunninum, og harafturat høvdu vit kunnað tikið 1,7 millión av samlaðu íløgujáttanini, sum er upp á 98 milliónir, sum vit undir øllum umstøðum ikki klára at brúka. Hetta hevði svarað til tað, ið vit annars fáa umvegis tað eyka prosentið, ið verður lagt omaná kommunuskattin. Tað hevur Tórshavnar Kommuna eisini ráð til, tí hon eigur nógvar pengar. Tað ger heldur einki, um kommunan er við til at geva borgarunum ein skáa, sigur Sjúrður Olsen.
Býráðslimurin vísir á, at tær umleið 22 milliónirnar, sum eru goldnar í kreppulánsgrunnin, er peningur, sum skattaborgarin sjálvur hevur goldið, og tí er tað einki meiri enn náttúrligt, at tað eisini kemur teimum til góðar.
- Tá ið vit viðgjørdu hetta í býráðnum hóskvøldið, brúktu bæði borgarstjórin og Leivur Hansen, býráðslimur tað sum undanførslu, at vit noyddust at hækka skattaprosent eisini fyri at verða solidarisk við hinar kommunurnar, sum ikki hava ráð til at lata verða. Tað halda vit verða fullkomiliga burturvið, sigur Sjúrður Olsen.