Eingin olja i Skálafirði

Portalurin hevur verið ein túr eftir sandinum í Skálafirði í morgun, og líkt er ikki til, at oljan, sum er likin úr Olshanu, enn hevur gjørt nakað serligt um seg í Skálafirði Síðan russiski trolarin sakk við Flesjarnar fríggjamorgunin beint fyri klokkan 08, hevur hann verið lágur í ættini. Bæði í Sundalagnum og á Skálafjørðinum varnaðust fólk skjótt oljuroyk í lotinum, og longu fríggjakvøldið og leygardagin sást olja nógvastaðni eftir sjónum.

Sundalagið er opið norður ígjøgnum, og tí er hugsandi, at oljan, sum ikki rekur upp á land og liggur og dálkar fram við landi, við tíðini antin rekur norður ígjøgnum ella suður aftur gjøgnum Sundalagið.

Hinvegin er Skálafjørðurin ?tættur?, soleiðis at olja ikki kann reka ígjøgnum fjørðin eins og í Sundalagnum.

Í morgun hevur Portalurin verið ein túr inni í Skálafirði og hugt at, hvussu vorðið er har.

Líkt er ikki til, at oljan higartil hevur gjørt nakað serligt um seg í Skálafirði.

Sandurin var reinur, og eingin olja sást á sjónum. Vit sóu heldur ongan deyðan ella oljudálkaðan sjófugl.

Tíbetur.