Eingin ófriður tá Paludan brendi eina koran

Umleið 50 fólk møttu, tá Rasmus Paludan brendi eina koran í Stokkhólm, sum hevur argað Turkaland.

 

Danski Stram Kurs stovnarin Rasmus Palundan fekk umframt løgreglufólk og journalistar eini 50 fólk til tiltakið, tá hann í dag brendi eina koran framman fyri turkisku sendistovuna í svenska høvuðsstaðnum, Stokkhólm.

Mótmælistiltakið, sum byrjaði klokkan 13, gekk uttan ófrið, skrivar svenska tíðindastovanTT.

Fráboðanin um at Paludan fór at brenna eina koran hevur vakt áhuga. Turkaland sigur tað vera ein av orsøkunum til, at landið í dag hevur avlýst eina svenska ráðharravitjan í landinum 27. januar.

Fundurin millum landsins verjumálaráðharrar skuldi snúgva seg um umsóknina hjá Svøríki um Nato limaskap.

Saman við Finnlandi bíðar Svøríki eftir svarið upp á umsóknina. Fyri at gerast limur skulu øll 30 NATO-londini góðkenna tað.

Turkaland hevur tó kravt, at serliga Svøríki steðgar einumhvørjum stuðli til bólkar, sum sambært turkum hava samband við bannað Kurdiska Arbeiðaraflokkin, PKK.

PKK er á listanum hjá ES yvir yvirgangsfelagsskapir og hevur í áravís gjørt uppreistur í Turkalandi.

 

##med2##

 

##med3##

Ætlanirnar hjá Paludan fingu turkiska uttanríkisráðið at kalla inn svenska sendiharran í Turkalandi til samrøðu.

Á fundinum fekk sendiharrin at vita, at Turkaland upp á tað harðasta fordømir tað »provokerandi« mótmæli.

Turkaland hevur somuleiðis fordøm, at Svøríki hevur givið Paludan loyvi til mótmælið.

Paludan hevur sambært TT áður sagt, at tiltakið í dag skuldi »markera talufrælsi« yvir fyri Turkalandi. Ritzau roynir at fáa fatur á Paludan til eina viðmerking.

Mótmæli hjá honum er ikki einasta marking framman fyri turkisku sendistovuna í dag.

 

##med5##

 

##med4##

Klokkan 14 hevði ein proturkiskur felagsskapur boðað frá einum stuðulsmótmæli fyri forseta Turkalands, Recep Tayyip Erdogan.

Samstundis fer fram aðrastaðni í Stokkhólmi ein gonga, sum ein kurdiskur felagsskapur hevur skipað fyri. Har verður mótmælti ímóti Recep Tayyip Erdogan og Svenska ynskinum um at gerast limur í verjusamgonguni Nato.

/ritzau/

 

##med6##

 

##med7##

 

##med8##

 

Turkiski sendiharrin í Svøríki, Yönet Can Tezel (nr 2 frá høgru) kemur til embætisbústaðin nærindis sendistovuni í dag, tá høgravíðgongdi Rasmus Paludan brendi eina koran. Mynd: Fredrik Sandberg / TT / kod 10080. (Foto: 10080 Fredrik Sandberg/TT/Ritzau Scanpix)