Eingin nýggj smitta í gjár

Fimta dagin á rað var eingin nýggj koronusmitta staðfest í gjár

Eingin nýggjur smittutilburður av covid-19 varð staðfestur í gjár. Tað vísa nýggjastu tølini hjá Landslæknanum.

 

180 kanningar vórðu gjørdar seinasta samdøgrið, og allar eru liðugt greinaðar. Tilsamans eru nú gjørdar 256.958 kanningar.

 

668 persónar hava fingið staðfest smittuna í Føroyum. 662 persónar eru nú staðfestir frískir aftur. Higartil er ein persónur deyður við koronu í Føroyum.

 

Í løtuni eru fimm persónar smittaðir. 100 fólk eru í sóttarhaldi.