Eingin »nýføroyingur« er enn valdur á ting

– Tað eru so nógvir »nýføroyingar« í Føroyum, at teir høvdu kunna valt tvey fólk á ting. Síðani heimastýrislógina í 1948 eru bara sjey nýføroyingar uppstillaðir til løgtingsval. Men eingin teirra varð valdur. Enn hevur eingin nýføroyingur sitið á tingið.

– Tað eru so nógvir »nýføroyingar« í Føroyum, at teir høvdu kunna valt tvey fólk á ting. Síðani heimastýrislógina í 1948 eru bara sjey nýføroyingar uppstillaðir til løgtingsval. Men eingin teirra varð valdur. Enn hevur eingin nýføroyingur sitið á tingið.

 

Tað skrivar Ole Wich, listamaður og kjakari, ættaður úr Danmark, í einum kjaki á Facebook. Kjakið stóðst eftir eina viðmerking hjá Bjørt Samuelsen, løgtingskvinni fyri Tjóðveldi, sum vísti á, at um Sara Olsvik verður landsstýrisforkvinna í Grønlandi, so fáa grønlendingar eina seriøsa, arbeiðssama og vísa oddakvinnu:

 

– Havi hitt Saru fleiri ferðir í norðurlendskum høpi, har hon serliga hevur stríst fyri rættindunum hjá upprunafólki, skrivar Bjørt Samuelsen.

 

Og tað er júst tað síðsta, hon sigur, sum fær Ole Wich at viðmerkja.

 

– Hetta sitat avdúkar, at Bjørt Samuelsen hevur eina púra avlagaða nationalistiska tankagongd, tá hon skrivar soleiðis um ein grønlendskan stjórnarleiðara, skrivar hann.

 

Ole Wich vísir á, at einhvør stjórnarleiðari í Grønlandi, í Føroyum ella í øðrum fólkaræðisligum samfelag eigur at verða stjórnaleiðari fyri ØLL fólk í teirri umsitingarligu eindini, hann er settur at stjórna við fólksins mandati.

 

– Her snýr tað seg bæði um tann útsenda danska embætismannin í Nuuk og tað innfluttu gentuna úr Thailandi, sum arbeiðir í hotellvinnuni í Illulissat. Tey eru – eins og grønlendska upprunafólki, týdningarmiklir partar av grundarlagnum undir grønlendska samfelagnum, sum kunnu tryggja góðar lívsumstøður og tryggleika fyri ØLL í grønlendska samfelagum framyvir, sigur hann.

 

Ole Wich hevði somu sjónarmið frammi í sambandi við løgtingsvalið í Føroyum í 2011 – tað sum hann kallar »denne bevidstløse og outdatede nationalchauveanisme«, sum tað sambært honum er, at eingin nýføroyingur er í føroyskum politikki.

 

– Nyfæringer er i dag så mange i det færøske samfund, at der er nok til næsten 2 pladser i Føroya Løgting. Siden systemskiftet i 1948 er der kun opstillet 7 nyfærøske kandidater. Ingen kom ind i Føroya Løgting i disse forløbne 66 år. Endnu har der aldrig siddet en nyfæring i det færøske parlament, skrivar Ole Wich.

 

Við at trýsta her ber til at síggja nakrar av myndunum, sum Ole Wich tók í sambandi við sína herferð til løgtingsvalið í 2011.