Eingin nertir við Lars

Lars Müller er ársins dómari fimta árið á rað!

Tað er eingin uppi yvir og eingin við síðuna av, tá ið umræður ein føroyskan fótbóltsdómara. Tað er Lars Müller, sum í kvøld er kosin at vera ársins dómari í mansfótbólti fimta árið á rað.


Lars Müller hevur í ár dømt 28 dystir í føroyskum fótbólti, umframt at hann hevur verið í Íslandi og dømt landskappingardystin ímillum KR Reykjavík og UMF Víking.

 

Lars, sum harvið enn einaferð hevur víst føroysku FIFA-dómarunum til tey niðaru plássini, hongur í, tí hann framvegis heldur tað vera stuttligt at døma


- Fólk hava inntrykk av, at dómarar verða skeldaðir allatíðina, men soleiðis er tað ikki. Tað eru veruliga eisini nógvar stuttligar løtur, segði Lars m.a., tá ið hann tók ímóti heiðurinum.


Í teimum 29 dystunum í ár hevur Lars Müller givið tilsamans 96 gul kort, fýra reyð kort og bríkslða fyri trimum brotsspørkum.


Kappingarárið í ár var tað 11. í røðini hjá Lars við regluligari døming. Sambært Faroesoccer, so hevur hann dømt 300 dystir, verið hjálpardómari í 79 dystum og verið fjórði dómari 20 ferðir.


Í kvinnudeildini var tað Kjartan á Gravarbø, sum fekk heiðurin sum ársins dómari. Kjartan er 21 ára gamal og er ein av teimum nýliga tilkomnu í føroyskari fótbóltsdøming.


Kjartan á Gravarbø hevur í ár dømt 13 dystir, og av teimum hevur hann verið partur av fimm dystum í 1. deild hjá kvinnum.