Ein dystur hevur verið í Premier League í kvøld. Hetta var dysturin ímillum oddaliðið, Manchester City, og Arsenal. Dysturin varð spældur á Emirates Stadium, har Arsenal hevur staðið seg væl hetta kappingarárið og einans tapt ein Premier League-dyst.
Illa gekst tó hjá heimaliðnum í fyrra hálvleiki, og Manchester City vísti hví teir eru oddalið. Manchester City var nevniliga á odda heili 3-0 í hálvleikssteðginum við málum frá Bernardo Silva, David Silva og Leroy Sané.
Arsenal hevði ein góðan møguleika at fáa eina góða byrjan upp á seinna hálvleik, tá ið teir fingu tillutað brotsspark eftir at Henrik Mkhitaryan varð feldur. Pierre-Emerick Aubameyang varð settur at skjóta, men Edersen í City-málinum bjargaði.
Fleiri mál komu ikki í dystinum, og við 3-0-sigrinum í kvøld er Manchester City aftur 16 stig frammanfyr grannarnar í United. Arsenal er nummar seks, átta stig aftanfyri Chelsea og 10 stig frá Champions League-plássunum.
Arsenal – Manchester City 0-3 (0-3)
0-1: Bernardo Silva, 15.
0-2: David Silva, 28.
0-3: Leroy Sané, 33.