Høllin á Hálsi í Havn var sunnudagin karmur um FM í estetiskum fimleiki. Enn sum áður er tað Havnar Fimleikarfelag, sum er á tindunum, og gjørdi felagið bart við at vinna gull í øllum bólkunum, sum kappast varð í henda dagin – nevniliga í gentum, kvinnuunglingum og kvinnum.
Støkk var tó ógvuliga nær við at koppa HF hjá bæði gentum og kvinnum, men tað er framvegis tær úr Havn, sum hava munin. Júst HF og Støkk skulu seinni í hesum mánaðinum luttaka í heimsmeistarakapping í estetiskum fimleiki í Cartagne, Spania.
Úrslit
Gentur
1. HFa 14,40 stig
2. Støkk 14,10
3. Ljósið 12,95
Kvinnuunglingar
1. HF 14,05 stig
2. Ljósið 12,70
3. Støkk 12,45
Kvinnur
1. HF 13,65
2. Støkk 13,45
3. Ljósið 12,40










