Leygardagin skipaði Tórshavnar Súkklufelag fyri súkklukapping. Hetta var ein kapping, sum varð fyriskipað eftir sera góða undirtøku í líknandi kapping um páskini, og aftur hesaferð var undirtøkan góð. Menninir súkklaðu ein tein, ið var 81 kilometrar. Byrjað varð við plantusøluna í Hoyvík, haðani súkklað varð til Kvívíkar umvegis Oyggjarvegin og síðani umvegis Kollfjarðadal til Gomlurætt, har vent varð og súkklað heim ímóti málinum í Hoyvík.
Guðmundur fremstur
Hjá monnunum vóru fleiri kend andlit við. Gunnar Dahl-Olsen kundi kanska givið Guðmundi Joensen, sum vann kappingina á páskum, skarpan gang, men hann var ikki á toppinum henda dagin vegna trupulleikar við rygginum. Hinvegin var Jóanis Albert Nielsen væl koyrandi og fekk heiðurin at fylgja Guðmundi Joensen tað mesta av teininum, áðrenn væl vandi triathleturin traðkaði í pedalurnar seinasta strekkið og vann sannførandi. Jóanis Albert Nielsen hevði helst nýtt ov nógva orku og dragnaði somikið, at hann gjørdist nummar trý aftanfyri Kjartan Egholm.
Á styttra teininum, sum var 60 kilometrar, vann Sverri Mohr Edvinsson sannføranndi. Eins sannførandi vann Tumms Óli Olsen hjá unglingum, sum eisini súkklaðu 60 kilometrar, ímóti tí einasta mótstøðumanninum, sum var Tóri Nielsen. Hjá dreingjum, sum skuldu súkkla 30 kilometrar, mátti Bartal Gregeriussen kappast ímóti sær sjálvum ella ímóti tíðini, tí hann var nevniliga einasti luttakarin.
- - -
Úrslit
Menn - 81 km.
1. Gudmundur Joensen 2.42.57
2. Kjartan Egholm 2.46.18
3. Jóanis Albert Nielsen 2.46.27
4. Dávur Magnussen 2.47.10
5. Gunnar Dahl Olsen 2.48.29
6. Mikkel Hovgaard 3.00.59
7. Elmar Ósá 3.37.18
Unglingar - 60 km.
1. Tummas Óli Olsen 2.24.33
2. Tóri Nielsen 2.37.37
Menn - 60 km.
1. Sverri M. Edvindson 2.0729
2. Morten Hansen 2.14.45
3. Jonni Múller Jacobsen 2.25.59
4. Kári Nielsen 2.28.32
5. Arnfinnur Helmsdal 2.37.55.
Dreingir - 30 km.
1. Bartal Gregoriussen 1.18.04.