Eingin nýggj ES-nevnd enn

Evropatingið hótti við at kolldøma ta nýggju E-nevndina. Tað fekk formannin at taka uppskotið aftur

ES
Árni Joensen:
fartekst@mail.dk

Fyrrapartin í gjár Evropatingið atkvøða um nýggju ES-nevndina. Upp undir atkvøðugreiðsluna var stórur spenningur í Strasbourg, tí ein meiriluti í tinginum hevði gjørt av at vraka nevndina, tí ein av kommiserunum, italiumaðurin Rocco Buttiglione, hevur tosað niðursetandi um kvinnur og samkynd.
Formaðurin í nýggju nevndini, fyrverandi por-tugisiski forsætisráðharrin Jose Manuel Barroso, royndi til tað seinasta at fáa undirtøku fyri nevndini, men til fánýtis. Tí noyddist hann í síðstu løtu at kunngera, at hann tók uppskotið um nevndina aftur.
Tað merkir, at fráfarandi nevndin hjá Romano Prodi verður sitandi fyribils.
Eygleiðarar í Strasbourg søgdu í gjár, at Barroso verður noyddur at umskipa ta nýggju nevndina, skal hann fáa hana góðkenda í tinginum. Ein loysn hevði verið, at Rocco Buttiglione, tekur seg aftur, men italska blaðið La Stampa skrivaði í gjár, at tað vil hann ikki.
Ætlanin var, at nýggja ES-nevndin skuldi taka við tann 1. november.