Eingin megnar at taka B36

3. deild: AB tykist ætla sær at gera álvara burturúr vónini um at gerast triðji møguleikin í høvuðsstaðnum

Undanfarin ár hevur tað mangan verið soleiðis, at tað so at siga í hvørjum umfari hevur verið í hvussu so er ein og ofta fleiri stórir sigrar. Soleiðis tykist tað ikki at vera í ár. Síggja vit burtur frá stórkiksaranum hjá KÍ á Argjum, so hava tapini ongantíð verið stór, og tað vóru tey heldur ikki síðsta vikuskifti.

Argjamenn vóru í eldinum tvær ferðir. Fríggjadagin spældu teir sambært skránni á heimavølli móti VB, og sunnudagin vóru teir í Miðvági og spældu útsettu dystin móti FS Vágar.


TB?FS Vágar

Tvørámenn iðraðu seg nógv, tá tað var greitt, at teir bara fingu eitt stig burturúr vitjanini hjá vágamonnum. FS Vágar skoraði tvey mál síðstu fimm minuttirnar av fyrra umfarinum, og hóast TB trýsti og trýsti og hevði eina røð av hornaspørkum, so fingu teir ikki mál. Heldur ikki tá málverjin hjá teimum, Birgir Dimon, kom fram at hjálpa. Men í evstu løtu eydnaðist tað Eyðun Gullok Svalbard at stúta í kassan.

Álopsmaðurin Kaj Roest legði í 1. hálvleiki heimaliðið fram um, tá hann fór sjálvur.


KÍ?B68

Klaksvíkingar høvdu ein góðan dag móti B68. At tað eisini skuldi ganga væl í 3. deild var altíð væntandi, tá manningarnar komu á vøllin, tí fleiri av teimum, sum høvdu sitið á beinkinum í 1. deild vóru á liðnum. Millum teirra vóru Tomislav Sivic og unglingaspælararnir Hjalgrím Elttør og Símun Joensen.

Klaksvíkingar vóru greitt omaná fyrstu løtuna, og teir komu framum 2?0, men í løtuni kring steðgin svaraði B68 orduliga aftur. Veteranurin Aksel Højgaad skoraði øll trý málini hjá toftamonnum. Tað fyrsta stútaði hann eftir innlegg, og í hinum báðum førunum var hann blankur mitt fyri málinum.

Tað var rættuliga spennandi, tá støðan var 3?3, men tíggju minuttir undan leikloki eydnaðist tað Hjalgrími Elttør at skjóta avgerandi málið


B71?B36

Tað er ikki altíð, at tað í fótbólti gongur, sum tað verður hildið at vera rættvíst. B36 var ikki so væl mannað á Sandi, sum teir hava verið undanfarnu ferðirnar, men teir høvdu marginalirnar við sær og eru framvegis ósigraðir.

Einasta málið kom, tá 60 minuttir vóru farnir. Málskjútti var Bjarke Sørensen, tá bólturin stakk á hann, eftir at málverji og verjuspælari stoytti saman eftir hornaspark.

Sandoyingar høvdu bóltin mesta partin av tíðini, og teir spældu seg eisini til onkran møguleika, men Guðmund Guðmundsson í málinum vardi sera væl.


Skála?ÍF

Fuglfirðingar vóru ikki nøgdir við, at teir einki fingu burturúr stevnudystinum á Skála. Áðrenn ÍF kom á odda, høvdu teir havt tveir stórar møguleikar. Leiðslumálið fingu teir, tá Jógvan Arnfinn Jacobsen heilfluktaði hornasparksinnlegg frá Leivuri á Lakjuni í kassan. Uppskriftin var næstan tann sama, tá ÍF minkaði um munin til 3?2. Ta ferðina stútaði Jógvan Arnfinn frisparksinnlegg frá Leivi í málið.

Skálmenn skoraðu tríggjar ferðir, áðrenn ÍF svaraði aftur, og vit frætta, at ÍF málverjin var ikki serliga heppin í onkrum førum. Fyrsta málið fekk heimaliðið eftir at ÍF hevði havt deyðbólt. Skálamenn gjørdu skjótt av, rangstøðan hjá ÍF kiksaði, og so var Pauli Hansen púra leysur.

Tá heimaliðið kom á odda, var talan um høgan bólt úr vinstru, sum tóktist vera innlegg. Bólturin datt móti málinum, og ÍF málverjin var óheppin at missa hann inn um strikuna. Triðja málið varð stútað eftir innlegg úr vinstru og til handara stólpa.

Tá støðan var 3?2 var spennandi í eina góða løtu, áðrenn Kaisten Rasmussen slerdi heimasigurin fastan.


AB?VB

Heimaliðið var sera væl upplagt fyrstu løtuna. Tá spældu teir mótstøðumenninar út av vøllinum. 5?0 var støðan, tá hálvur tími var farin, og so tóktust teir í AB taka sær meiri av løttum.

Fyrsta málið fekk Jóannes Bæk beinanvegin. VB misti á veg í álop, og verjan var sum opnahjallur. Petur Ritter økti eftir horna og blokerað langskot, Oddbjørn Joensen skoraði til 3?0, eftir at Jóannes Bæk hevði spælt út frá baklinjuni, Signar Johannesen økti til 4?0 eftir horna, og Oddbjørn Joensen skoraði til 5?0 eftir kiksaða rangstøðufellu.

Unglingaspælarin Kári á Lágabø sum onkuntíð hevur verið á besta VB liðnum í steypakappingini, minkaði um munin, tá hann sera hegnisliga sneiddi seg leysan, og hann var eisini maðurin aftanfyri seinna málið hjá VB. Egil Steintórsson minkaði um munin til 6?2. Síðsta AB málið fekk Sigurd Justinussen, og so skal tað eisini nevnast, at Petur Ritter misnýtti brotsspark í 2. hálvleiki.


FS Vágar?AB

Onkrir av stuðulsspælarunum hjá AB vórðu spardir í seinna umfarinum móti VB, so tað tóktist ikki nerva stórvegis, at AB hevði spælt tveir dagar frammanundan.

AB var leikliga omaná í 1. hálvleiki, tá Oddbjørn Joensen setti hol á eftir uppspæl í vinstru. Næsta málið fekk Benny Poulsen, eftir at málverjin hevði hálvbjargað tveimum royndum frá Peturi Ritter.

Birgir Hansen minkaði um munin við fløtum skoti úr 16 metrum, og so var spennandi. FS Vágar hevði nógv trýst, teir stútaðu og skutu onkuntíð móti málinum, men teir høvdu ikki upplagdar møguleikar, og so var tað, at aftasti AB maðurin, Heri Petersen, slerdi sigurin fastan eftir kontraálop, har Svenning W. Hansen og Fróði Stenberg stóðu fyri uppspælinum.

jh