Eingin makrelur farin til ES

Danska uppsjóvarfelagið sigur, at føroyingar hava lagt makrel á goymslu í ES, eftir at handilstiltøkini komu í gildi.

Stjórin í felagnum hjá donsku uppsjóvarvinnuni ávarar nú um, at makrelur, sum varð fluttur í frystihús í ES, eftir at ES-tiltøkini ímóti Føroyum komu í gildi, fer at floyma út á evropeiska marknaðin, nú partarnir eru vorðnir samdir um makrelbýtið.

 

-Tað er í stríð við andan í tiltøkunum, um hesin makrelurin kann seljast frítt á marknaðinum nú. Harafturat hevði tað verið ein háðan ímóti brúkarunum, um fiskur, sum ikki er veiddur burðardygt, brádliga kann seljast frítt í handlunum í Evropa, sigur Esben Sverdrup-Jensen við Fiskeritidende.

 

Men Esben Sverdrup-Jensen hevur misskilt okkurt, sigur stjórin í Varðin Pelagic, Bogi Jacobsen.

-Tað er eingin makrelur ella sild úr Føroyum komin inn í ES, síðani tiltøkini komu í gildi. Tað ber snøgt sagt ikki til, sigur Bogi Jacobsen.