Eingin møtir nøkrum í Norðurlandahúsinum

Misskil ikki yvirskriftina, tí talan er um ein heiðursløntan leik.

Leikurin Eingin møtir nøkrum verður sýndur í Norðurlandahúsinum leygardagin.

Soleiðis verður sagt um leikin:

Ein sterkur kamarleikur, sum kemur heilt nær at tveimum fólkum, sum eru fangað í parlagsins fløkjum. Beinrakni dialogurin hjá Peter Asmussen vevur seg inn og út, og menniskjalagnur spretta og mennast ígjøgnum ymsar variatiónir fyri tvær røddir og tveir kroppar í einum rúmi í støðugari umskapan.


Verkið vann Reumertvirðislønina í 2010.


Leikarar: María Ellingsen og Björn Ingi Hilmarsson 
Høvundur: Peter Asmussen 
Týðari: Ria Tórgarð
Leikstjóri. Simon Boberg
Koreografi: Raisa Foster
Tónleikur: Andreas Ljones
Pallmynd. Snorri Freyr Hilmarsson