Signar á Brúnni, sum fyrradagin og í gjar arbeiddi við at finna eina loysn, nú peningur vantar, tí eini 235 fleiri næmingar enn mett eru í fólkaskúlanum komandi ár, hevði á middegi í gjár ikki stórvegis viðmerkingar.
- Vit arbeiða við málinum, men eru ikki komin til nakað úrslit fyri, hvørjir útvegir eru, segði Signar á Brúnni á middegi í gjár.
Landstýrismaðurin hevur ynskt fund við fíggjarnevndina, ið ikki tykist vilja ganga hesum á møti. Men á middegi í gjár vónaði landsstýrismaðurin í undirvísingar- og mentamálum, Signar á Brúnni, framvegis at fáa fund við fíggjarnevndina, so hann fær lýst málið fyri nevndini.









