Eingin loysingarflokkur

Tað verða ongar avgerandi broytingar í politikki Sjálvstýrisfloksins eftir formansskiftið, sigur nýggi formaðurin, Sámal Petur í Grund. Kósin verður hólig tjóðskaparsinnað, og allar dyr standa opnar fyri samstarvi

 

Landsfundur


Klaksvík: Sjálvstýrisflokkurinfer at arbeiða eftir stevnuskránni, sum samtykt er. Tað verður eingin radikal broyting, hóast formaðurin er skiftur út. Og nýggi formaðurin letur allar dyr standa opnar fyri samstarvi.

Í viðmerking til tað, formaðurin í Javnaðarflokkinum, Jóannes Eidesgaard førir fram í Sosialinum, at Sjálvstýrisflokkurin fær verri við at samtarva, nú formansskifti hevur verið, sigur Sámal Petur í Grund, formðaur Sjálvstýrisfloksins, at so verður ikki.

?Tað verða ongar broytingar at merkja í linju floksins, sigur hann. Flokkurin hevur sína stevnuskrá at arbeiða eftir, og hana fer hann at halda seg til.

At hansara persónliga politiska linja skal vera meira loysingarsinnað og høgravend, enn flokkurin hevur verið fyrr, er einki hald í, sigur hann.

?Eg havi ongantíð verið loysingarmaður, men tjóðskaparsinnaður. Var eg loysingarmaður, hevði eg farið upp í annan flokk, sigur Sámal Petur í Grund.

Um samstarvsmøguleikar eftir komandi løgtingsval, sigur hann at enn sum áður standa allar dyr opnar nfyri samstarvi.

Sámal Petur í Grund heldur ikki, at formansskiftið í Sjálvstýrisflokkinum, sum gjørdist heldur knappligt beint upp undir landsfundin, fer at ávirka støðu floksins nevnivert.

Hann óttast als iki fyri, at hann hevur grivið egna grøv við at troðka Helenu Dam á Neystabø av ovastu rók.

?Tað havi eg ikki gjørt, sigur hann, Eg brúkti mín demokratisak rætt - eftir áheitan - at stilla upp til formansvalið. At mótvalevnið ikki vildi fara undir eitt stríðsval, kann eg einki gera við, sigur hann.

Sámal Petur í Grund heldur ikki, at tað er nakar trupulleiki fyri Sjálvstýrisflokkin, at formaðurin og starvsnevndin standa fyri vali á hvørjum ári. Landsnevndin verður vald í tveimum annaðhvørt ár. Helvtin hvørja ferð.

Demokratiið verður bara ein trupulleiki, tá annað av valevnunum ger tað til ein trupulleika, vísir hann á.

At veljarakanningar, sum gjørdar hava verið, geva Sjálvstýrisflokkinum afturgongd, órógvar ikki nýggja formanin so øgiliga nógv. Hann vísir á, at tær leggja flokkin bara heilt stutt frá tveimum tinglimum, sum hann metir, flokkurin eigur at fara at fáa, um val verður arbeitt.

At annar veðrur valdur í Eysturoynni, er hann ivaleysur í, tí Eysturoyggin til seinasta val var størsta valdømið hjá flokkinum. At tann, sum valdur verður, verður hann sjálvur, liggur líkasum millum relgurnar, skilst.

Sámal Petur í Grund er ikki bangin fyri, at tað, sum nú er hent, kann fara at geva bakslag, soleiðis at fólk fara at savnast um fráfarandi formannin við eitt løgtingsval.

Møguleiki er fyiri at eitt komandi fólkstingsval fer at geva Sjálvstrýisflokkinum afturgongd í mun til seinasta fólkatingsval, sum av ávísum orsøkum var heilt gott hjá Sjálvstýrisflokkinum.

Ein lemjandi afturgongd kann tulkast sum eitt mótmæli móti nýggja formanninum. Selriga tá fráfarnadi formaðurin hevur boðað frá, at hon stillar ikki upp til eitt møguligt fólkatingsval.

Sámal Petur í Grund ásannar, at tað ber til at hugsa so, men at hann er ikki bangin fyri, at tað fer at verða soleiðis.

Hann tekur aftur í aftur, at við nýggju skipanini at velja formann og starvsnevnd hvørt ár, er demokrati komið í prosessina, og hann ræddist ikki demokratiið, tá hann stillaði upp til formansvalið.


Mynda- Sámal Petur

Myndatekstur:

Sámal Petur í Grund er nýggjur galliónsfigurur hjá Sjálvstýrisflokkinum, meðan Helena Dam á Neystabø er farin longri aftur

Mynd: Edvard Joensen