Tær seinastu vikurnar hava norsk skip leitað eftir lodnu í Barentshavinum , men sambært heimasíðuni hjá fiskimálaráðnum hava tey ikki rakt við lodnu. Tvey norsk skip hava leitað eftir lodnu í Barentshavinum síðani tann 19. januar, og sum skilst fara tey at leita eina tíð afturat. Tann úrslitaleysa leitingin merkir tó ikki, at norsk skip ikki kunnu veiða lodnu. Noreg eigur 28.000 tons av lodnu í íslendskum sjóøki, og íslendsk bløð skriva, at fleiri norsk lodnuskip eru á lodnuleiðunum úti fyri Eysturlandinum og Suðurlandinum.