Eingin lætti til familjur við børnum hesaferð

Barnafamiljurnar fáa ongan lætta á hesum sinni. Tað er greitt, eftir at fíggjarnevndini hevur viðgjørt uppskotið hjá andstøðuni um at hækka barnafrádráttin við 1.500 krónur. Samgongan havnar uppskotinum, sum hevði til endamáls at hækka barnafrádráttin í skattinum 1.500 krónur um árið, úr 6.500 krónum um árið, upp í 8.000 krónur.

Men tað tekur samgongan ikki undir við.

Umboðini fyri samgonguna í fíggjarnevndini hjá løgtinginum siga, at í 2012 varð skattaskipanin broytt, og í tí sambandi hækkaði barnafrádrátturin 1.000 krónur. Samstundis verður arbeitt við enn fleiri broytingum, og tinglimirnir í samgonguni halda, at í hesum sambandi eigur landsstýrismaðurin at hugsa um at hækka barnafrádráttin.

– Grundarlagið undir framtíðarvælferð hjá øllum borgarum er ein sterkur familjupolitikkur og nú tykist gongdin í fólkatalinum at vera vend, tí fólkatalið veksur - eitt nú tí at barnatalið veksur.

– Er positiva gongdin úrslit av rikna familjupolitikkinum seinastu árini, er øll orsøk til at halda fram við familjuvinarliga politikkinum, sigur samgongan.

Tað er andstøðan ikki samd í, tí tey vísa á, at barnafamiljurnar er ein av bólkunum í samfelagnum, sum hevur tyngstu byrðarnar av høga kostnaðarstøðinum.

Samstundis hevur fólkatalið verið minkandi, serliga talið á kvinnum í burðardyggum aldri, sum er minkað 4,9 prosent.

– Tá talið av kvinnum í burðardyggum aldri minkar so ógvusliga upp á so stutta tíð, er støðan álvarsom, og eigur politiska skipanin at taka hetta mál í størsta álvara, sigur andstøðan.