Hernaðarleiðarar í libyska býnum Misrata siga nú, at líkið av Muammar Gaddafi verður ikki kannað, hóast fleiri vilja hava staðfest, hvussu hann doyði.
-Tað verður eingin líkskoðan í dag ella nakran annan dag, sigur talsmaðurin hjá hernaðarráðnum í Misrata, Fathi al-Bashaagha, við fronsku tíðindastovuna AFP, og sum skilst hava tveir av teimum hernaðarligu leiðarunum í býnum sagt tað sama.
Formaðurin í skiftisstjórnini, Mustafa Abdel Jalil, hevur sagt, at tað skal kannast, hvat hendi, tá Gaddafi bleiv tikin í Sirte hósdagin. Tað verður gjørt, tí fleiri lond og mannarættindafelagsskapir hava sett spurnartekin við við framferðina hjá teimum, sum tóku Gaddafi.